Hevur kært um fyrisitingina av makrelinum

Hevur kært um fyrisitingina av makrelinum
Høgni Hoydal, løgtingsmaður, vil hava landsstýrismálanevndina at kanna, um fyrisitingin í makrelmálinum er farin fram í heimildarloysi
Landsstýrismálanevndin fer nú at viðgera eina kæru frá Høgna Hoydal, løgtingsmanni, um fyrisitingina av makrelinum.

15.06.2012 - 09:47

Landsstýrismálanevndin hjá løgtinginum hevur fingið eina kæru um heimildarloysi og ólógligar avgerðir í fyrisitingini av makrelfiskiskapinum í 2012.

Høgni Hoydal, løgtingsmaður, hevur kært.

Hann kærir um yvirskipaðu fyrisitingarligu avgerðirnar hjá landsstýrismanninum í fiskivinnumálum og hjá løgmanni í makrelmálinum, um kunngerðina um makrelfiskiskap, sum kom í gildi seinasta leygardag, og um vantandi eftirlit løgmans við, at landsstýrismenn fyrisita á lógligan og fullgóðan hátt sambært stýrisskipanarlógini.

Gera niðurstøðu um avgerðirnar

Høgni Hoydal heitir á Landsstýrismálanevndina um at nýta allar heimildir sínar at fáa til vegar frágreiðingar og upplýsingar og gera niðurstøður um fyrisitingarligu avgerðirnar hjá løgmanni og landsstýrismanninum í fiskivinnumálinum um at fyrisita makrelfiskiskapin í 2012.

Høgni Hoydal vil hava nevndina at kanna, um fyrisitingin er farin fram í heimildarloysi, og um ólógligar avgerðir eru tiknar.

Hann vil eisini hava at vita, um Jacob Vestergaard og Kaj Leo Holm Johannesen hava sett til viks skyldur og ábyrgdir, sum stýrisskipanarlógin og nógvar aðrar lógir áleggja teimum.

Landsstýrismálanevndin hevur sett kæruna á dagsskránna fyri fundin hjá nevndini týsdagin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 10. mars
Góðan morgun Føroyar
205390
Týsdag 10. mars
Morgunlestur týsdagur 10.mars 2026
205385
Mánadag 9. mars
Endiliga rullar bólturin aftur
205339
Mánadag 9. mars
Morgunlestur mánadagur 9.mars 2026
205067
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 10. mars
Veðrið
205436
Mánadag 9. mars
Veðrið
205363
Sunnudag 8. mars
Hondbóltur: EM undansending
205313
Sunnudag 8. mars
Føroyar - Portugal, seinni dystur
205337