Lafayette tekur eisini ímóti makreli í ár

Lafayette tekur eisini ímóti makreli í ár
Ludvík við Stein, umboðsmaður, sigur, at tikið verður ímóti fyri marknaðarprís, men skipini noyðast at átaka sær avreiðingargjaldið
Lafayette kemur aftur í føroyskan sjógv í summar at taka ímóti makreli.

15.06.2012 - 12:18

Hóast umboðsmaðurin hevur sagt, at tað ikki er aktuelt, so kemur risastóra móttøkuskipið Lafayette kortini í føroyskan sjógv at taka ímóti makreli í summar. Tað váttar Ludvík við Stein fyri útvarpinum.

Higartil hevur umboðsmaðurin víst á, at tað loysir seg ikki at fáa skipið higar,  við avreiðingargjaldinum, ið er tvær krónur kilo, soleiðis sum løgtingið hevur samtykt.

- Men vit gera tó kortini eina roynd at taka ímóti makreli fyri marknaðarprís, og so mugu skipini so átaka sær avreiðingargjaldið, sigur Ludvík við Stein.

Vænta somu nøgd í ár

Í fjør hevði Lafayette sum mál at taka ímóti umleið 40.000 tonsum av makreli, og málið í ár er áleið tað sama.

2011 royndist tó so mikið væl hjá móttøkuskipinum, at tikið var ímóti 50.000 tonsum av makreli frá føroyskum skipum.

Umboðsmaðurin hjá Lafayette sigur seg hava gjørt avtalu við nøkur føroysk skip um at landa til móttøkuskipið. Í fjør vórðu treytir um føroyska manning settar í innflutningsloyvið.

- Í ár verður eingin føroyingur við, um sæð verður burtur frá eftirlitisfólkunum, sigur Ludvík við Stein.

Manningin á Lafayette telur 300 fólk,  250 asiatar og 50 russar.

Lafayette er í løtuni í Suðurkyrrahavinum, og fer fyrsta dagin at seta kós ímóti Føroyum. Skipið er væntandi í føroyskum sjógvi seinast í juli. Lafayette er undir russiskum flaggi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 1. apríl
Eitt korter við klassiskum
206529
Mikudag 1. apríl
Skratsj 1. apríl 2026
206527
Mikudag 1. apríl
Morgunlestur mikudagur 1.apríl 2026
205929
Týsdag 31. mars
Morgunlestur týsdagur 31.mars 2026
205927
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 1. apríl
Dagur & vika - teknmálstulkað
206524
Týsdag 31. mars
Veðrið
206501
Týsdag 31. mars
KAKUMiKS 2 (2:7) - teknmálstulkað
206483