- Tíðindi, mentan og ítróttur
Noyðast at akta boð úr ES á almannaøkinum

Hóast annað hvørt Norðurland ikki er limur í ES, noyðast tey at gera eftir boðum úr ES.

Tí eru Norðurlond longu nú noydd at gera eina nýggja avtalu um almannaveitingar, hóast verandi avtalan bara er níggju ára gomul.

Norðurlondini hava gjørt eina nýggja avtalu um almannaveitingar. Hon varð undirskrivað í Bergen. Annika Olsen, landsstýriskvinna í almannamálum, skrivaði undir fyri Føroyar.

Avtalan tryggjar, at norðurlendingar, sum flyta millum Norðurlond, hava sama rætt til almannaveitingar sum fólkið í tí landinum, tey flyta í. Nýggja avtalan kemur fyri avtaluna frá 2003, sum hevur verið galdandi í Føroyum síðani 2005. Orsøkin til, at norðurlendsku londini nú hava gjørt eina nýggja avtalu, eru nýggjar ES-reglur á almannaøkinum.

Avtalan skal staðfestast í Norðurlondunum, áðrenn hon verður sett í gildi. Avtalan verður løgd fyri løgtingið komandi vár, upplýsir Almannamálaráðið.