Vilja hava størri part av landgrunninum

Vilja hava størri part av landgrunninum
Vísindalig prógv eru latin landgrunsnevndini hjá ST fyri at fáa 115.000 ferkilometrar uttan fyri grønlendska 200 fjórðinga markið
Grønlendingar krevja nú at fáa størri part av landgrunninum. Henda myndin er úr grønlendska landstinginum.

15.06.2012 - 11:32

Danska stjórnin og grønlendska sjálvstýrið hava latið vísindalig prógv fyri einum kravi um ein part av grønlendska landgrunninum.

Økið er 115.000 ferkilometrar uttan fyri grønlendska 200 fjórðinga markið, í ein útsynning móti Kanada og eystur móti Íslandi.

Vísindaligu krøvini eru latin landgrunsnevndini hjá ST, upplýsir uttanríkisráðið sambært Ritzau. Kravið er sambært havrættarsáttmálanum frá 1982, sum Danmark setti í gildi í 2004.

Triðja økið

Hetta er triðja av fimm økjum, sum danska kongaríkið ger krevur. Tað fyrsta var eitt øki norðan fyri Føroyar, har krøvini vórðu latin í 2009. Í 2010 vórðu krøvini fyri eitt øki sunnan fyri Føroyar latin inn.

Prógvini fyri tey bæði seinastu økini eru ikki klár enn. Talan eru um tvey øki norðanfyri og í ein landnyrðing úr Grønlandi. Krøvini skulu øll verða latin serligu landgrunsnevndini hjá ST í seinasta lagi í 2014.

Kanada og Ísland krevja eisini økið, sum Grønland saman við Danmark nú krevur at fáa. Ísland læt síni prógv inn í apríl 2009, meðan Kanada enn ikki hevur latið síni krøv.

Enn ber ikki til at siga, nær málini verða viðgjørd í landgrunsnevndini. Viðgerðin kann taka fleiri ár.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 29. juni
Við Tórði á skørutúri
210291
Mánadag 29. juni
Poppverturin 5
208455
Mánadag 29. juni
HM-tíðindi 29. juni 2026
210273
Mánadag 29. juni
HM-tíðindi 28. juni 2026
210262
Mánadag 29. juni
07 Vestur basti KÍ
210264
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 29. juni
Veðrið
210295
Fríggjadag 26. juni
Veðrið
210218
Fríggjadag 26. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
210202
Hósdag 25. juni
Veðrið
210179