- Tíðindi, mentan og ítróttur
Airbussurin gjørdi munin

Vøksturin í mun til sama tíðarskeið í fjør var 705 milliónir krónur. Av hesum eiga skip og flogfør 80 prosent ella 566 milliónir krónur.

Størsti lutfalsligi vøksturin er innflutt akfør, har vit hava innflutt fyri næstan triðingin meir enn í fjør. Tilfar til annan ídnað er ein fjórðing meir enn í fjør. Byggivinnan innflutti fyri áleið tað sama sum í fjør.

Vit hava innflutt áleið somu nøgd av brennievni í ár, men av tí at prísurin hevur verið væl hægri, er innflutningsvirðið 39 milliónir krónur ella 12 prosent hægri.

Innflutningurin er vaksin í næstan øllum vørubólkunum, uttan í bólkinum húsarhaldsnýtslu, har tað merkisvert er ein minking á eitt prosent.

Haraftrat er stór minking í innflutninginum av rávøru til fiskavirking, har tað er innflutningurin av ídnaðarfiski, sum er nógv minkaður.