- Tíðindi, mentan og ítróttur
Kinverjar kannað umstøðurnar í Føroyum

Í kvøld kemur ein kinesisk sendinevnd at vitja Heilsufrøðiligu Starvsstovuna, og samstundis verður skipað fyri, at tey kunnu síggja føroyska vinnu, og hitta umboð fyri vinnuna, og polittiska myndugleikan.

Heilsufrøðiliga Starvsstovan hevur umvegis donsku sendistovuna í Beijing, fingið góðkent at heilsuváttanir frá stovninum eru góðkendar í Kina.

Føroyski útflutningurin til Kina økist í stórum. Í 2010 vórðu 140 heilsuváttanir útskrivaðar, og higartil í ár, hevur Heilsufrøðiliga Starvsstovan útskrivð næstn 500 heilsuváttanir fyri vørur, sum skulu til Kina.

Tað var í tí sambandi at myndugleikarnir í Kina settu fram ynski um at vitja í Føroyum, sigur Bárður Enni, stjóri á Heilsufrøðiligu Starvsstovuni.

Fyrrapartin í morgin verður fundur ímillum kinesisku sendinevndina og Heilsufrøðiligu Starvsstovuna, og seinnapartin skulu kinesisku gestirnir vitja eitt alibrúk og eitt kryvjivirki hjá Bakkafrost.

Mánamorgunin verður vitjað Í Vinnumálaráðnum, og síðani verður farið vestur í Vágar at vitja kryvjivirkið hjá Luna, áðrenn kinesisku gestirnir fara av landinum.

Umboðið frá donsku sendistovuni verður verandi til hósdagin. Hon skal m.a. hava fleiri fundir við teir partar av vinnuni ið útflyta til Kina, men eisini at hava fund við myndugleikar í Føroyum, herundir Heilsufrøðiligu starvsstovuna.