Altingið viðger framvegis tilfeingisgjaldið

Altingið viðger framvegis tilfeingisgjaldið
Forkvinnan í altinginum vil hava tingsetuna at enda nú, men forsætisráðharrin kann biðja um, at tingið kemur saman aftur í juni at viðgera málið
Íslendsku reiðarunum dámar lítið tilfeingisgjaldið, og herfyri fyltu teir havnina í Reykjavík til tess at mótmæla uppskotinum.

18.06.2012 - 10:39

Tað hevur framvegis ikki eydnast altinginum at avgreiða lógaruppskotið um tilfeingisgjøld, men tingfundur verður aftur í dag.

Íslendska stjórnin er komin við uppskotum um stórar broytingar í fiskivinnuni. Men semja er ikki í stjórnini um uppskotini. Sambært einum uppskoti hækkar tilfeingisgjaldið munandi hjá teimum, sum fiska mest.

Altingið skuldi annars verið farið í summarfrí.

Ásta Ragnheiður Jóhannesdóttir, altingsforkvinna, sigur við Morgunblaðið, at rættast er at enda tingsetuna nú og helst í dag. Men forsætisráðharrin kann biðja um, at tingið kemur saman aftur í juli at avgreiða uppskotini hjá stjórnini. Tað dámar altingsforkvinnuni lítið, tí sambært lóg hava altingsfólk summarfrí frá 1.juli til 10.august.

Umvæla altingshúsið

Harafturat skal forsetin, sum verður valdur 30.juni, takast í eið í altingshúsinum 1.august. Í tí sambandi er neyðugt at gera ymiskt í húsinum. Og tá ber ikki til at halda tingfundir.

Í røðuni, sum hon helt í gjár, 17.juni, tjóðardag íslendinga, segði Jóhanna Sigurðardóttir, forsætisráðharri, at tilfeingisgjaldið er týdningarmesta málið hjá ríkisstjórnini, og tað skal avgreiðast.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 1. apríl
Eitt korter við klassiskum
206529
Mikudag 1. apríl
Skratsj 1. apríl 2026
206527
Mikudag 1. apríl
Morgunlestur mikudagur 1.apríl 2026
205929
Týsdag 31. mars
Morgunlestur týsdagur 31.mars 2026
205927
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 1. apríl
Dagur & vika - teknmálstulkað
206524
Týsdag 31. mars
Veðrið
206501
Týsdag 31. mars
KAKUMiKS 2 (2:7) - teknmálstulkað
206483