Formansskapurin ger einki við kanningina

Formansskapurin ger einki við kanningina
Kanningin um Miðnámsdepilin í Suðuroynni gevur ikki grundarlag fyri at ákæra nakran, sum var í landsstýrinum tá
Tað hevur kostað løgtinginum 1,2 milliónir kr. at kanna málið um miðnámsskúlan í Hovi.

18.06.2012 - 17:28

Løgtingið ger av, um nakað skal henda, nú tað hevur fingið kanningina um Miðnámsskúlan í Hovi.

Formansskapurin ger sum so einki við kanningina, sigur løgtingsformaðurin, Jógvan á Lakjuni.

14 tinglimir, tveir fimtingar av tingmanningini, heittu 11.november í 2010 á løgtingsformannin um at seta kanningarstjóra. Tað gjørdi løgtingsformaðurin, sum tá var Hergeir Nielsen, ein mánað seinni.

Kanningarstjórin skuldi kanna embætisførsluna hjá løgmonnum og landsstýrisfólkum í sambandi við flytingina, byggingina og umvælingina av skúladeplinum á Heiðum í Hovi og tilknýtið til ætlanina um ellis- og røktarheim og psykiatriskan depil í Vági.

Ikki greið prógv

Majken Johansen, advokatur, var kanningarstjóri. Hennara kanning varð latin løgtinginum fyri einari viku síðani. Kanningarstjórin sigur, at ábendingar eru um, at alt ikki er farið fram, sum tað átti. Men prógvini eru ikki greið.

Millum annað er eingin fundarfrágreiðing skrivað um ein fund í Danmark millum Landsverk, byggifelagið MT Højgaard, sum var tað einasta, sum bjóðaði upp á arbeiðið í Hovi, og Árna Winther arkitektar.

Jógvan á Lakjuni, sum tá var landsstýrismaður í mentamálum, var við í telefonini. Mentamálaráðið hevur einki telefonupprit frá fundinum heldur.

Tað var eftir hendan fundin, at prísurin hækkaði úr 60 upp í 74 milliónir krónur.

Einki revsivert

Sambært kanningini hevur eingin í landsstýrinum gjørt nakað revsivert í málinum um byggigøluna í Hovi. Ein gerðarrættur viðger eina ósemju millum MT Højgaard og Landsverk um nógvar milliónir krónur.

Eingin av teimum, sum eru nevnd í kanningini, vilja siga nakað um tað, sum í henni stendur.

Kanningin um Miðnámsskúlan í Hovi kostar løgtinginum 1,2 milliónir krónur.

Meiri verður at frætta í útvarpstíðindunum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 21. januar
Skratsj 21. januar 2026
203024
Mikudag 21. januar
Legg eina fíggjarætlan
203020
Mikudag 21. januar
Morgunlestur mikudagur 21. januar 2026
202877
Týsdag 20. januar
EM-tíðindi 20. januar 2026
202961
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 20. januar
Veðrið
202979
Mánadag 19. januar
Veðrið
202926
Sunnudag 18. januar
Møti úr Missiónshúsinum í Leirvík
202840
Leygardag 17. januar
Andakt
202839
Fríggjadag 16. januar
Hondbóltur: Føroyar - Sveis
202852