Færri dagar linka ikki veiðitrýstið

Færri dagar linka ikki veiðitrýstið
Okkurt fiskiárið hevur bert annar hvør dagur verið nýttur, men kortini er trýstið á toskin ov stórt, sigur Havstovan
Hóast færri fiskidagar verða nýttir, er veiðitrýstið á toski framvegis ov stórt, sigur Havstovan.

20.06.2012 - 09:56

Hóast verri enn so allir fiskidagar verða brúktir, er veiðutrýstið á toskin ov stórt.

Tað sigur Havstovan í sínum tilmæli um fiskidagarnar fiskiárið 2012-2013.

Einki ár eru allir fiskidagarnir hjá teimum, sum fiska tosk, brúktir. Fiskiárið 2008-2009 varð bara annar hvør fiskidagur brúktur, og árini 2009-2010 og 2010-2011 leyp triði hvør dagur av. Avlop verður eisini í hesum fiskiárinum.

Kortini er trýstið á toskin ov stórt.

Trýstið ikki stillað

Havstovan sigur, at fiskidagaskipanin hevur ikki enn megnað sína høvuðsuppgávu, sum er at stilla veiðutrýstið rætt. Frá fyrsta degi vóru alt ov nógvir dagar í skipanini, fiskiførini eru vorðin effektivari og náttúran er ímóti.

Havstovan sigur, at veiðuevnini, effektiviteturin hjá línu og troli, eru møguliga økt so nógv, at tey mótarbeiða niðurskurðinum í fiskidøgum. Havstovan sigur, at sama tonsatal kann fáast við nógv minni roynd enn teirri, sum er í dag.

Gongur rætta vegin

Niðurskurðirnir í fiskidøgum, sum løgtingið hevur samtykt, serliga hesi seinastu tvey árini, eru stig rætta vegin móti burðardyggari umsiting av fiskastovnunum. Tíverri hava náttúruviðurskiftini verið í móti okkum. Tilgongdin av toski og hýsu hevur verið vánalig í nógv ár á rað.

Stovnarnir eru minkaðir nógv, hóast veiðan í tonsum hevur verið lítil. Tí er neyðugt at taka tung tøk fyri at fáa toskastovnin og hýsustovnin at koma fyri seg aftur, sigur Havstovan, sum mælir til at skerja fiskidagarnar 20 prosent næsta ár.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 1. apríl
Eitt korter við klassiskum
206529
Mikudag 1. apríl
Skratsj 1. apríl 2026
206527
Mikudag 1. apríl
Morgunlestur mikudagur 1.apríl 2026
205929
Týsdag 31. mars
Morgunlestur týsdagur 31.mars 2026
205927
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 1. apríl
Dagur & vika - teknmálstulkað
206524
Týsdag 31. mars
Veðrið
206501
Týsdag 31. mars
KAKUMiKS 2 (2:7) - teknmálstulkað
206483