Tríggir flokkar skipa stjórn í Grikkalandi

Tríggir flokkar skipa stjórn í Grikkalandi
Stjórnin fer at samráðast við ES og IMF um at linka treytirnar fyri at fáa lán
Antonis Samaras er formaður í flokkinum Nýtt Demokrati, sum vann valið sunnudagin. Hann verður forsætisráðharri í nýggju griksku stjórnini.

20.06.2012 - 16:21

Nú er greitt, at konservativi flokkurin Nýtt Demokrati, sosialistaflokkurin Pasok og vinstrahalli flokkurin Demokratiskt Vinstra skipa nýggja stjórn í Grikkalandi.

Leiðarin í Nýggjum Demokratii, Antonis Samaras, var seinnapartin hjá forsetanum, Karolos Papoulias, og greididi frá, hann fer at skipa stjórn. Nýtt Demokrati vann tjóðartingsvalið í Grikkalandi um vikuskiftið.

Enn eru samráðingar um smálutir í samgonguskjalinum, og ráðharralistin er heldur ikki liðugur.

179 tingsessir

Teir tríggir flokkarnir hava 179 av teimum tilsamans 300 sessunum í tjóðartinginum. Á valinum sunnudagin fekk Nýtt Demokrati 129 sessir, Pasok 33, og Demokratiskt Vinstra fekk 17 tingsessir.

Avbjóðingin hjá nýggju stjórnini verður at fáa landið burtur búskaparligu kreppuni. Treytirnar, sum ES og altjóða gjaldoyragrunnurin, IMF, hava sett  fyri at veita lán, eru harðar. Nýtt Demokrati og Pasok hava áður góðtikið treytirnar, men í valstríðnum upp undir tjoðartingsvalið hava allir tríggjar flokkar, sum nú skipa stjórn, sagt, at teir fara at samráðast við ES og IMF um at linka treytirnar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 11. juli
Radio Stjernekilde - Partur 8
209134
Fríggjadag 10. juli
Vikuskiftið 10. juli 2026
210790
Fríggjadag 10. juli
HM-tíðindi 10. juli 2026
210774
Fríggjadag 10. juli
RagnarRokk: Oskar Cedermalm um Masterflow
209119
Hósdag 9. juli
RagnarRokk 9.juli 2026
209721
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 5 MF DREINGIR 14-16 ÁR
210805
Fríggjadag 10. juli
Veðrið
210792
Týsdag 7. juli
Veðrið
210618
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf kvinnur
210528