Smyrjiolja orsøk til eldsbruna á Varðborg

Smyrjiolja orsøk til eldsbruna á Varðborg
Skipaeftirlitið hevur skrivað frágreiðing um óhappið, tá eldur kom í Varðborg, sum var á veg úr Peterhead á fiskileið
Smyrjiolja, sum sprændi á tann heita motorin, var orsøkin til, at eldur kom í Varðborg fyri skjótt einum ári síðani

21.06.2012 - 12:32

Smyrjiolja, sum sprændi á tann heita motorin, var orsøkin til, at eldur kom í Varðborg fyri skjótt einum ári síðani.

Skipaeftirlitið hevur kunngjørt frágreiðing sína um óhappið.

Tveir tímar eftir, at Varðborg var farin til fiskiskap úr Peterhead í Skotlandi kom eldur í maskinrúmið. Hetta var beint eftir midnátt 30.juni í fjør. Skotska vaktar- og bjargingartænastan sleipaði Varðborg aftur til Peterhead, og har sløkti sløkkiliðið í býnum eldin.

Eldurin varð sløktur góðar fimm tímar eftir at hann kyknaði. Manningin á Varðborg, 14 mans, fór ikki av skipinum. Eingin fólkaskaði hendi.

Skiftu pakning

Meðan Varðborg var í Peterhead, var fólk frá einari fyritøku haðani um borð og skifti ein pakning í smyrjioljuskipanini. Nýggi pakningurin var úr tundri.

Skipaeftirlitið heldur, at antin toldi nýggi pakningurin ikki trýstið, ella vóru boltarnir rundan um pakningin ikki nóg væl spentir eftir umvælingina. Ella lak rørið, sum pakningurin var settur í. Í triðja lagi kann orsøkin vera ein samanrenning av pakninginum og tærda rørinum.

Betri er at brúka gummipakningar, ikki tundur, sigur Skipaeftirlitið.

Sambandið slitnaði

Skipaeftirlitið kom til ta niðurstøðu, at sambandið millum brúnna og neyðavbrótaran til høvuðsmotorin var slitnað, tí kaðalin var skaddur í maskinrúminum, antin av elli ella av ristingum.

Skiparin greiddi frá, at neyðavbrótarin var royndur um várið, óhappið var 1.juli, og tá riggaði hann.

Neyðavbrótarar eiga at verða royndir í minsta lagi triðja hvønn mánað, sigur Skipaeftirlitið. Og uttan at kunna geva felagnum í Peterhead, sum skifti pakningin, nakra skyld, mælir Skipaeftirlitið manningum til altíð at kanna arbeiði, sum fólk úr landi gera umborð.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 3. mars
Eitt korter við kórtónleiki
205078
Týsdag 3. mars
Corrado Rustici um Chaire
205061
Týsdag 3. mars
Morgunlestur týsdagur 3.mars 2026
204717
Mánadag 2. mars
Norðurljóð 2.mars 2026
204747
Mánadag 2. mars
Nú er liðugt við small talk!!
205023
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 3. mars
Stjørnan í fimta parti
204959
Mánadag 2. mars
Veðrið
205044
Sunnudag 1. mars
Andakt við Anton í Liljudali
204987