- Tíðindi, mentan og ítróttur
10. hvør í Air France fær sekkin

Tíggjunda hvørt starvsfólk í franska flogfelagnum, Air France, kann rokna við uppsøgn.

Felagið boðar frá, at í seinasta lagi í 2014 verða 5.000 færri starvsfólk í felagnum. Tað svarar til 10 prosent av starvsfólkunum. Felagið ætlar, at fólk skulu fara úr starvi á vanligan hátt, um semja fæst um tað við fakfeløgini.

Franska Air France hevur lagt saman við niðurlendska flogfelagið, KLM, og neyðugt er við umfatandi sparingum, eftir at felagið í fjør hevði seks millardir kr. í halli.

Boðini fingu partabrævini í felagnum at hækka. Franska stjórnin eigur 15 prosent av partabrøvunum.

Felagið fer nú undir samráðingar um tey 5.000 fólkini sum skulu úr starvi. Fakfeløgini hava boðað frá, at tey fara at krevja, at flogfelagið fer at tryggja teimum, sum eftir eru, at tey varðveita starvið.