Fjalshamar og Nónhamar samtrola eftir makreli

Fjalshamar og Nónhamar samtrola eftir makreli
Fiskimálaráðið hevur fingið umsókn um eina royndarverkætlan, har makrelur verður pumpaður umborð á eitt verksmiðjuskip, meðan hann verður fiskaður
Fjalshamar og Nónhamar skulu samtrola eftir makreli, og samstundis skal fiskurin pumpast umborð á eitt verksmiðjuskip.

22.06.2012 - 12:46

Tað eru ikki bara teir á skipunum hjá Varðanum, sum royna at fáa betri fisk og betri prís við at pumpa makrelin livandi umborð í somu løtu, hann kemur í posan.

Í dunganum av umsóknum, sum liggur í Fiskimálaráðnum, um loyvi at fiska makrel í ár er ein frá trimum feløgum, sum biðja um 12.000 tons um árið í trý ár til eina royndarverkætlan.

Feløgini Nípan, AMD og Thor ætla at lata tveir gamlar ísfiskatrolarar samtrola, og samtundis skal makrelurin pumpast um borð á verksmiðjuskip, sum siglir saman við trolarunum.

Feløgini hava keypt trolararnar Fjalshamar og Nónhamar til royndina. Feløgini sendu Fiskimálaráðnum umsóknina fyrst í februar í ár, men hava ikki fingið svar.

Rógvi Reinert, aðalstjóri í Fiskimálaráðnum, sigur, at freistin at søkja um makrel til vinnuligar royndir er ikki farin fyrr enn á midnátt í kvøld.

Umsóknirnar verða tí ikki viðgjørdar fyrr enn í næstu viku. 8.000 tons av makreli eru sett av til vinnuligar royndir.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 26. mai
Morgunlestur týsdagur 26.mai 2026
208229
Mánadag 25. mai
Eitt undur at vit kláraðu tað
208777
Mánadag 25. mai
Uttanduraguðstænasta av ovara vølli.
208771
Mánadag 25. mai
Morgunlestur mánadagur 25.mai 2026
208228
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 26. mai
Veðrið
208816
Mánadag 25. mai
Andaktin 2. Hvítusunnudag
208776
Mánadag 25. mai
Uttanduraguðstænasta í Gundadali
208770