Lægsti oljuprísur í hálvt annað ár

Lægsti oljuprísur í hálvt annað ár
Framtíðarútlitini eru versnað, og serliga í suðurevropa er búskaparstøðan ring. Tí lækkar oljuprísurin, siga eygleiðarar
Oljuprísurin hevur ikki verið so lágur í hálvt annað ár, og eygleiðarar vænta, at hann lækkar enn meiri.

22.06.2012 - 09:42

Oljuprísurin hevur ikki verið so lágur seinasta hálvt annað árið, sum hann er nú, og líkt er til, at prísurin fer at lækka enn meiri.

Eygleiðarar siga, at prísurin er lækkaður 27 prosent seinastu mánaðirnar, og at prísurin ikki hevur verið lægri síðani í oktober í 2010.

Í gjár kostaði ein tunna av olju úr Norðsjónum 91 dollarar. Í mars var prísurin fyri eina tunnu 128,4 dollarar.

Eygleiðarar halda orsøkina til lækkingina vera, at sum liðið er á árið, er trúgvin upp á framtíðina viknað aftur, eftir at fólk um ársskiftið væntaðu framgongd í búskapunum í Europa. Serliga í suðurevropa er búskaparstøðan ring, og tí tora fólk ikki at nýta pening, men velja heldur at spara, tí eisini húsaprísirnir eru falnir nógv, so tøki peningurin hjá fólki er minkaður.

Samstundis boða bæði Kina og USA frá, at har eru viðurskiftini ikki nøktandi.

Ein onnur orsøk til, at oljan er komin undir trýst, er, at OPEC nú selur slakar tríggjar milliónir tunnur meiri av olju um dagin, og oljusølan er tilsamans 31 milliónir tunnur um dagin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 22. januar
Morgunlestur hósdagur 22. januar 2026
202878
Mikudag 21. januar
Skratsj 21. januar 2026
203024
Mikudag 21. januar
Legg eina fíggjarætlan
203020
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 20. januar
Veðrið
202979
Mánadag 19. januar
Veðrið
202926
Sunnudag 18. januar
Møti úr Missiónshúsinum í Leirvík
202840
Leygardag 17. januar
Andakt
202839
Fríggjadag 16. januar
Hondbóltur: Føroyar - Sveis
202852