- Tíðindi, mentan og ítróttur
Borgarstjórin vil ikki spæla við meir

Heðin Mortensen, borgarstjóri í Havn, hevur nú kært Kringvarp Føroya til fjølmiðlanevndina, fyri brot á góðan fjølmiðlasið. Samstundis viðgongur borgarstjórin, at hann leyp framav í gjár í samband við eina samrøðu við Dag & Viku.

Kæran kemur eftir eitt innslag í Degi & Viku fríggjakvøldið, í sambandi við byggiloyvið til húsini á Ravnsoyargøtu í Havn, har tríggir smádreingir lótu lív í einum eldsbruna í sethúsum.

Sí eisini: <a href="http://www.kringvarp.fo/Archive_Articles/2012/06/22/vildi-hava-samroduna... hava samrøðuna klipta

Dagur & Viku hevur í longri tíð roynt at fingið eina samrøðu við Heðin Mortensen, borgarstjóra, um, hví hann hevur givið restini av býráðnum munnkurv at úttala seg í sambandi við at Degur & Vika hevur ført fram, at borgarstjórin hevur sagt ósatt um byggiloyvið í Ravnsoyargøtu.

Eitt byggiloyvið, ið ikki fylgdi ásetingunum í brunalógini og - sambært sjónvarpsdokumentarinum "Brandfellurnar" - gjørdi húsini, har smádreingirnir lótu lív, til eina brandfellu. Tá Heðin Mortensen, borgarsjóri, í gjár loksins stillaði upp til samrøðuna, fór samrøðan skjótt av sporinum og endaði við hóttanum.

Heðin Mortensen, borarstjóri í Havn, hevur nú gjørt álvara av hóttanunum og kært Kringvarp Føroya til fjølmiðlanevndina fyri brot á góðan fjølmiðlasið. Í tíðindaskrivi í morgun viðgongur Heðin Mortensen, borgarsjóri, at hann leyp framav í Degi og Viku í gjárkvøldið.

Sí eisini: <a href="http://www.kringvarp.fo/Archive_Articles/2012/06/22/vildi-ikki-siggja-pr... ikki síggja prógv

Heðin Mortensen viðgongur eisini, at "Tað kann væl vera, at Kommunan kanska hevur gjørt onkrar feilir í sambandi við almennu umrøðuna av hesum máli," sum hann málber seg. Men borgarstjórin kennir seg bæði forfylgdan og karaktermyrdan av Kringvarpi Føroya, og tí hevur hann kært Kringvarpið.

Heðin Mortensen skrivar í brævinum, at hann heldur at tað er eitt óvanligt stig, at tíðindaleiðarin í Kringvarpinum skrivar eitt lesarabræv. Heðin Mortensen metir, at brævið frá tíðindaleiðaranum er eitt langt álop á seg.

Brot úr brævinum

Heðin Mortensen leggur afturat, at framferðin hjá honum ikki eigur at skiljast sum ein hóttan. Hann skrivar í brævinum:

"Eg segði við journalistin, at hann skuldi hoyra frá einum advokati. Tað haldi eg ikki vera at hótta - hevur hann sítt uppá pláss, er jú einki at óttast. Men eg skal viðganga, at uttan mun til óærliga atburðin hjá journalistinum skuldi eg ikki havt lopið framav. Men eg vóni at fólk skilja, at tað hevði sína orsøk. Tað var jú so sólarklárt, at tað er jú ikki sannleikan, Kringvarpið vil hava fram", skrivar borgarstjórin í Tórshavnar kommunu.

Heðin Mortensen, borgarstjóri, heldur, at Kringvarpið ikki ynskir at fáa eina sakliga viðgerð av málinum:

"...tá ein fjølmiðil týðuliga fer eftir tí øvuta - nevniliga at skapa eina sensatión og geva onkrum ávísum skuldina fyri eina syndarliga vanlukku - tá skal kommunan sum almennur myndugleiki ikki spæla við. Nú fari eg so ikki at spæla við meir", sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri í høvuðsstaðnum.

Nú er málið sent til fjølmiðlanevndina til viðgerðar. Har verður ikki spurningurin um kommunan hevur sagt ósatt tikin til viðgerðar, men um Kringvarpið hevur fylgt teimum fjølmiðlaetisku leiðreglunum, í samband við sendingina "Brandfellurnar" og uppfylgingini av málinum í Degi & Viku.