Fyrireika loftvegis farmarutu

Fyrireika loftvegis farmarutu
Ætlanin er at stovna flogfelag, ið burturav skal flyta farm, serliga laks og annan fisk
Flogfarið, sum ætlanin er at nýta, er av sama slagi sum tey gomlu hjá Atlantsflogi, British Aerospace.

25.06.2012 - 12:38

Arbeitt verður í løtuni við møguleikanum at seta á stovn eina nýggja, loftvegis farmarutu til og úr Føroyum.

Higartil er talan um einstaklingar í flogvinnuni, ið arbeiða við møguleikanum at seta á stovn eitt flogfelagð, ið burturav skal flyta farm. Serliga verður hugsað um laks og annan fisk, ið skal flúgvast feskur úr Føroyum, beinleiðis á evropeiska meginlandið.

Ein av stigtakarunum sigur við útvarpið, at ætlanin er at útvega flogfør av sama slag sum gomlu flogførini hjá Atlantsflog, tað vil siga av slagnum British Aerospace, ið verða innrættað einans til farm.

Byrja í heyst ella í vetur

Ætlanirnar eru umrøddar á flogvinnu-portalinum news-to-date ídag, ið vísir á, at málið er at byrja í heyst ella tíðliga í vetur, soleiðis at felagið fær luft undir veingirnar fyri jól, tá vanliga nógv frakt og farmur er at flyta.

Við útvarpið sigur ein av stigtakarunum, at ætlanirnar eru umrøddar við partar av føroysku vinnuni, men enn hevur eingin í vinnuni bundið seg til nakað. Tí er ov tíðliga at siga nakað um, hvørt ein slík farleið hongur saman fíggjarliga.

- Fortreytirnar eru sjálvsagt, at fígging fæst, umframt neyðugu loyvini, sigur ein av stigtakarunum, ið tó hevur góðar vónir um at tað fer at eydnast at seta á stovn nýggju farmatrutuna.

Av tí at fyrireikingarnar eru komnar so stutt, vilja stigtakararnir vera ónevndir.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 2. august
Tónleikur í 13 øldir (5:10)
210349
Sunnudag 2. august
Guðstænasta úr Eiðis kirkju
211484
Sunnudag 2. august
Møti úr Elim
211469
Leygardag 1. august
Radio Stjernekilde - Partur 11
209138
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327
Mikudag 29. juli
Upp á gólv - Ólavsøkudagur
211375