- Tíðindi, mentan og ítróttur
Landsstýrismálanevndin spyr løgmann um makrelbólk

Hvussu ber tað til, at løgmaður er í makrelbólkinum samstundis sum hann hevur eftirlit við landsstýrismanninum í fiskivinnumálum?

Henda spurning hevur Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, fingið frá Landsstýrismálanevndini. Hann er biðin um at svara í seinasta lagi 16.juli.

Landsstýrismálanevndin viðger eina kæru frá Høgna Hoydal í Tjóðveldi um, hvussu landsstýrið umsitur makrelin.

Høgni Hoydal kærdi løgmann og Jacob Vestergaard, landsstýrismann í fiskivinnumálum, fyri tað, sum hann kallar heimildarloysi og ólógligar avgerðir í fyrisitingini av makrelfiskiskapinum í 2012.

Høgni Hoydal kærir millum annað um vantandi eftirlit løgmans við, at landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum fyrisitur á lógligan og fullgóðan hátt sambært stýrisskipanarlógini.

Løgmaður sjálvur í makrelbólkinum

Løgmaður setti tíðliga í ár ein politiskan makrelbólk at vera við í makrelbýtinum og øðrum avgerðum um makrelin.

Í makrelbólkinum eru formenninir í øllum fýra samgonguflokkunum, teirra millum løgmaður sjálvur. Har eru eisini Jacob Vestergaard og Bárður Nielsen, formaður í Fíggjarnevndini.

Landsstýrismálanevndin spyr nú, hví løgmaður er í makrelbólkinum, samstundis sum hann skal hava eftirlit við, at landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum ikki ger nakað skeivt.

Landsstýrismálanevndin hevur eisini biðið Jacob Vestergaard um eina frágreiðing og skjøl, millum annað skjøl, sum eru brúkt, tá býtt varð upp í skipabólkar, sum hava fingið makrel í ár.