Føroyingar somu veitingar sum danir

Føroyingar somu veitingar sum danir
Ein lógarbroyting verður gjørd í heyst, sum tryggjar, at føroyingar ikki longur verða roknaðir sum útlendingar
Sjúrður Skaale, fólkatingsmaður, avmyndaður saman við Karen Hækkerup, sosialmálaráðharra, sum nú fer at broyta lógina, so føroyingar fáa somu veitingar sum danir.

28.06.2012 - 12:14

Í heyst fer danska stjórnin at leggja fram eitt lógaruppskot, sum skal tryggja, at føroyingar ikki longur verða roknaðir sum útlendingar, men fáa sosialar veitingar sama dag, sum teir flyta til Danmarkar.

Júst sum danir, ið flyta til Føroya, hava henda rætt.

Hetta lyftið hevur Sjúrður Skaale, fólkatingslimur, í dag fingið at vita frá Karen Hækkerup, sosialmálaráðharra.

Í desember 2010 kom ein lóg í gildi í Danmark, ið skuldi tryggja, at fólk, sum fingu ávísar sosialar veitingar, høvdu eitt veruligt tilknýti til Danmark. Millum tey, ið vórðu rakt av broytingini, og mistu rættin til hesar veitingar, vóru føroyingar, sum fluttu til Danmarkar.

Hetta hevur gjørt tað munandi tyngri hjá føroyskum familjum - ikki minst einligum mammum - at klára seg, tá tey eru farin til Danmarkar, eitt nú í lestrarørindum.

Væntandi eru hesi viðurskifti fingin í rættlag í hesum árinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025