- Tíðindi, mentan og ítróttur
Andstøðan í Klaksvík hevur fingið nokk

Hesa seinastu setuna hevur býráðsarbeiðið verið eitt kegl um smámál, har borgarstjórin og nevndarformenn virka sum umsitingarligir málsviðgerðar, sigur hann.

- Leiðslustílurin hjá borgarstjóranum hevur tikið allan hug til býráðsarbeiðið frá mær. Borgarstjórin hevur málrættað hildið okkum, sum hava verið partur av minnilutanum, burtur frá allari ávirkan, og slíkum umhvørvi trívist eg als ikki í.

So avgjørdur er Hans Arne Bertholdsen, býráðslimur fyri Sambandsflokkin í Klaksvík, í samrøðu við Norðlýsið. Hann sigur við blaðið, at hann hevur gjørt av ikki at stilla upp aftur.

Hetta er annað valskeiðið Hans Arne situr í býráðnum, og bæði skeiðini hevur hann verið í minnilutanum. Hann sigur, at hesi átta árini hava verið eitt sera óproduktivt og lítið positivt tíðarskeið fyri seg. Tað var tó frægari í fyrra valskeiðnum, tá mørkini millum meiriluta og minniluta ikki vóru so sjónlig.

Býráðslimurin hjá Sambandsflokkinum í Klaksvík sigur, at býráðið hevur als ikki megnað at loyst tey stóru málini seinastu fýra árini.

- Nú er býráðsarbeiðið eitt kegl um smámál, har borgarstjórin og nevndarformenn virka sum umsitingarligir málsviðgerðar. Teir blanda seg upp í alt, sum fer fram í býráðnum, og hetta ger, at umsitingin virkar als ikki sum hon eigur, sigur Hans Arne Bertholdsen, býráðslimur, við Norðlýsið.

Óluva Klettskarð úr Tjóðveldi, sum eisini er býráðslimur í minnilutanum í Klaksvík er samd við Hans Arna Bertholdsen um, at kegl um smámál hevur eyðkent býráðssamgonguna - ístaðin fyri at arbeiða konstruktivt við stórum politiskum málum.

- Tað at vit sum minniluti í býráðnum tilvitað eru hildin uttanfyri ávirkan ger, at eg av álvara havi mist hugin at halda fram við býrðáðsarbeiðnum. Samstarvið, sum eigur at vera í einum býráði, hevur ikki verið nøktandi, sigur Óluva Klettskarð býráðslimur við Norðlýsið.