- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ætlan fyri spillivatn góðkend

Fýra spillvatnsætlanir eru enn til viðgerðar. Hetta er ætlanirnar hjá Fuglafjarðar, Sørvágs, Tórshavnar og Vága kommunum.

Klaksvíkar, Sands, Sunda og Runavíkar kommunur hava eisini latið inn spillvatnsætlanir til góðkenningar, men Umhvørvisstovan kann ikki góðkenna tær. Orsøkin er, at ætlanirnar ikki lúka treytirnar í kunngerðini, við tað, at sambært ætlanunum verða spillvatnsviðurskiftini í hesum kommunum ikki komin í rættlag innan 1. januar 2015, sum annars er freistin í kunngerðini.

Grundgevingin hjá hesum kommunum fyri ikki at verða lidnar innan 2015 er, at tað fíggjarliga ikki letur seg gera.

Sambært ætlanunum, verður Sunda kommuna liðug í 2015, Klaksvíkar kommuna innan 2020, Sands kommuna innan 2025 og Runavíkar kommuna innan 2030.

Ein kommuna hevur enn ikki latið sína spillvatnsætlan. Tað er Skopunar kommuna, sum væntandi letur Umhvørvisstovuni ætlanina fyrst í komandi ári.