- Tíðindi, mentan og ítróttur
Biðja um innlit í málið um eldrasambýlið í Svínoy

Eyðun Jacobsen, fyrrverandi borgarstjóri í Svínoyar kommunu, er illa við av tíðindunum um, at eldrasambýlið í Svínoy verður av ongum.

Myndugleikarnir hava tikið tilsøgnina um stuðul til bygging og rakstur aftur, og í løtuni er ógreitt, hvat húsið, har eldrasambýlið skuldi vera, skal brúkast til. Tað varð reist herfyri, og verður nú lokað inni.

Svínoyar kommuna fekk tilsøgn frá Almannamálaráðnum um stuðul til eldrasambýlið, áðrenn kommunan legði saman við Klaksvíkar kommunu í 2009.

Níggju fólk og fimm mió. kr.

Heimið skuldi hýsa níggju fólkum, og kostnaðurin varð mettur til fimm milliónir kr. Fyri at fáa stuðulin frá Almannamálaráðnum varð neyðugt at samstarva við aðra kommunu, og bert Klaksvíkar kommuna setti seg føra fyri at hjá svínoyingum fíggjarliga.

Men tíðirnar versnaðu, og í Klaksvík var ikki peningur at halda fram við ætlanini um eldrasambýli í Svínoy.

Síðani hava myndugleikarnir tikið tilsøgnina um stuðul til bygging og rakstur aftur.

Eyðun Jacobsen sigur, at soleiðis er, tá politikkur kemur uppí, men ætlanin er at biðja um innlit, so greiði fæst á, hvat er hent í málinum, sigur hann.

Meiri verður at frætta í útvarpstíðindunum.