Veljarakanning: Samgongan mist meirilutan

Veljarakanning: Samgongan mist meirilutan
Fólkaflokkurin hevði mist tríggjar tingsessir, og Sjálvstýrisflokkurin hevði ikki rokkið upp um tinggáttina, var val nú, vísir nýggj veljarakanning
Fólkaflokkurin hevði verið stórari taparin, var løgtingsval nú. Sambandsflokkurin hevði havt afturgongd, men hevði varðveitt sínar tingsessir.

04.07.2012 - 13:29

Landsstýrissamgongan hevði mist meirilutan, var løgtingsval nú.

Tað vísir ein veljarakanning, sum Gallup Føroyar hevur gjørt fyri Sosialin.

Fólkaflokkurin hevði mist tríggjar tingsessir, og Sjálvstýrisflokkurin hevði ikki rokkið upp um tinggáttina. Sambandsflokkurin hevði varðveitt sínar átta tingsessir, og Miðflokkurin hevði eisini varðveitt báðar sínar sessir, vísir kanningin.

Sostatt hevði samgongan tódnað úr 19 niður í 15 tingsessir, og hevði mist meirilutan.

Javnaðarflokkurin og Tjóðveldi fáa teir fýra tingsessirnar, sum Fólkaflokkurin og Sjálvstýrisflokkurin missa.

Javnaðarflokkurin og Tjóðveldi høvdu fingið hvør sínar tveir tingsessir aftrat, og teir høvdu havt átta tingsessir hvør, var val nú.

Missa nærum sjey prosentstig

Kanningin vísir, at Fólkaflokkurin hevði mist 6,8 prosentstig av atkvøðunum, samanborið við løgtingsvalið 29. oktober í fjør, og hevði fingið fimm tingsessir.

Sambandsflokkurin hevði mist hálvt triðja prosentstig av atkvøðunum, men hevði varðveitt sínar átta tingsessir. Javnaðarflokkurin hevði fingið 5,3 prosentstig aftrat, og hevði verið størsti flokkur, var val nú. Javnaðarflokkurin hevði fingið átta tingsessir.

Framgongdin hjá Tjóðveldinum hevði verið 3,8 prosentstig, og flokkurin hevði eisini fingið átta tingsessir.

Miðflokkurin og Framsókn høvdu havt eina lítla framgongd, ávikavist  0,9 og 0,6 prosentstig, og teir høvdu varðveitt sínar tingsessir. Hinvegin hevði afturgongdin hjá Sjálvstýrisflokkinum, 1,3 prosentstig, verið so stór, at flokkurin hevði mist sín tingsess, vísir veljarakanningin, sum Gallup Føroyar hevur gjørt fyri Sosialin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 2. november
Veðrið
215775
Sunnudag 1. november
Andakt við Dann Johannesen
215717
Sunnudag 1. november
Guðstænasta úr Nólsoyar kirkju
215723