- Tíðindi, mentan og ítróttur
Gloymdu at boða frá partabrævahandli

Eitt mistak hjá Eik gjørdi, at ein fráboðan um ein partabrævahandil kom tríggjar mánaðir ov seint. Eik skundaði sær at boða frá, tá tey varnaðust mistakið í gjár.

TF Holding harmast um, at dótturfelagið Eik Banki ikki alt fyri eitt boðaði frá, at ognin hjá Eik í Atlantic Petroleum minkaði síðst í mars, tá Eik seldi Atlantic Petroleum 4.000 partabrøv í Atlantic Petroleum.

Við søluni minkaði eisini ognin, og samstundis atkvøðurnar, hjá TF Holding í Atlantic Petroleum.

TF Holding sigur í fráboðan í gjár, at eftir handilin boðaði Eik Markets ikki frá, at luturin hjá Eik í Atlantic Petroleum var farin niður um 10 prosent.

Ikki fyrr enn í gjár varnaðust tey í Eik Markets mistakið, og tað harmast TF Holding um í fráboðan, sum varð send millum annað Fíggjareftirlitinum í gjár.

Niður um 10 prosent

Tann 29.mars í ár átti TF Holding 10,02 prosent av Atlantic Petroleum, Eik Banki átti 6,71 prosent og eitt annað dótturfelag hjá TF Holding, TF Íløgur, átti 3,31 prosent.

Men dagin eftir, tann 30.mars, seldi Eik Banki Atlantic Petroelum 4.000 partabrøv.

Nú fór luturin hjá TF Holding niður um 10 prosent. Hann er nú 9,87 prosent. Tað átti Eik Markets at havt boðað frá alt fyri eitt.

Men tað varð ikki gjørt fyrr enn í gjár, tá tey varnaðust mistakið, stendur í fráboðan frá TF Holding, sum Atlantic Petroelum, sum er børsskrásett felag, sendi víðari.