- Tíðindi, mentan og ítróttur
Væl nøgdir við pumpuna

Nú teir brúka nýggju pumpuna at fáa fiskin umborð, er minni enn eitt prosent av fiskinum, sum skipini hjá Varðanum fáa, brotin, sum teir siga.

At fiskurin er brotin merkir, at fiskurin er so illa farin av at vera kroystur í trolinum, at hann kann ikki brúkast til matna, men bara til mjøl.

Eitt prosent er nógv minni enn fyrr, tað er áðrenn pumpan kom. Hesa tíðina í fjør vóru upp í tíggju prosent av fiskinum brotin, skrivar Varðin í Gøtu á sínari heimasíðu.

Leygarmorgunin kom Finnur Fríði á Kollafjørð við 1400 tonsum, 1100 tons vóru makrelur. Skipini hjá Varðanum hava nú fiskað góð 6.000 tons við nýggju pumpuni.

Fiskurin verður pumpaður livandi um borð í tangarnar, so hvørt hann kemur í trolið. Hann er sostatt ikki undir trýsti í upp í fimm tímar í trolinum, áðrenn hann kemur umborð.

Sambært Varðanum er prisurin fyri makrelin betri, eftir at teir fóru at brúka nýggju pumpuna.