- Tíðindi, mentan og ítróttur
Vænta lægri prís fyri makrelin

Tað er serliga í Afrika, at keyparar eru varnir við at bjóða ov nógv fyri makrel úr millum annað Føroyum. Japan, hinvegin, letur besta prísin fyri makrel, men Japan setur eisini størstu krøvini til dygdina.

Fiskeribladet Fiskaren skrivaði í farnu viku, at Norra útflutti uppsjóvarfisk fyri 200 milliónir krónur meira fyrra hálvárið 2012 enn í fjør.

Sambært Norges Sjømatråd er orsøkin millum annað betri miðalprísur fyri makrel, 12 prosent betri, enn í fjør. Kina, Russland, Japan og Turkaland eru størstu keyparalondini.

Frystur makrelur

Talan er um frystan makrel, sum lá á goymslu frá í fjør. Norra fekk miðalprísin 13,00 kr. fyri kilo. Føroyar fingu slakar 9,00 kr. fyri kilo av makreli, sum varð útfluttur fyrstu fýra mánaðirnar í ár.

Norra fekk harafturat sera góðan prís fyri sild og sildaflak, men lodnan fór niður í prísi.

Hagtølini fyri føroyskan útflutning fýra teir fyrstu mánaðirnar í ár vísa ikki so stóra príshækking sum ta norsku.

Miðalprísurin fyri kilo av útflutta føroyska uppsjóvarfiskinum er 30 oyru hægri í ár, tá hann var 4,96 kr.

Føroyar útfluttu makrel, sild, lodnu og svartkjaft frá 1.januar til 1.mai í ár.

Føroysku skipini, sum fiska makrel nú í summar, fáa 5,00 til 5,50 kr. fyri kilo, tá tey landa. Tað er nakað meira enn hesa tíðina í fjør.