- Tíðindi, mentan og ítróttur
Viðareiðistunnilin á tekniborðinum

Lisitatión hevur júst verið um projektering av Viðareiðistunlinum.
Talan var um innbodna lisitatión millum føroyskar fyritøkur. Bert eitt
tilboð kom inn. Tað var LBF (fyrrverandi Landsbyggifelagið), ið kom við
einasta tilboðnum, sum var upp á 1,78 mió. krónur. Metti kostnaðurin var umleið
2,0 mió. krónur.

Talan er um at gera tunnil millum Hvannasund og Miðdal
og veg hagani til Viðareiðis. Kostnaðurin er mettur til 160 mió. krónur, og
byggitíðin verður umleið trý ár.

Støðan við verandi farleið er, at
Viðareiðisvegurin er einbreytaður, hóast nakað av vegnum er breiðkaður til tvær
breytir. Vegurin liggur í brattlendi og hevur trupulleikar av grótlopi.

Landsverk fer nú at kanna tilboðið upp á
projekteringina av Viðareiðistunlinum nærri, og eftir ætlan skal verða klárt at
fara undir at projektera um miðjan august.

Í september 2011 búði 343 fólk á Viðareiði, og miðalferðslan var 433 akfør um samdøgrið.