- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fámará eigur at ganga umaftur

Tað sigur advokaturin hjá Jóhan Dalsgaard, sum vísir á "procedure-feilir" hjá advokatinum Jens Andrias Vinther, ið stóð fyri søluni av Fámará vegna Búnaðarstovuna.

Innlit í málið vísir, at Jens Andrias Vinther kunnaði onkran av teimum, ið bjóðaðu, um, hvat onkur av hinum hevði bjóðað. Og hartil góðtók hann eitt sonevnt "rullandi boð", har eini umsøkjarin segði seg vilja leggja 1000 krónur omaná, um onkur annar bjóðaði hægri.

Grundleggjandi feilir

Thorkild Høyer, advokatur hjá Jóhan Dalsgaard, grundgevur soleiðis fyri at sølan av festinum, um Fiskimálaráðið væl at merkja ikki letur hansara klient fáa festið, sum minstakrav má ganga umaftur:

Jens Andrias Vinther, advokatur
hjá Búnaðarstovuni, greiðir í einum telduposti til Fiskimálaráðið og stjóran á
Búnaðarstovuni, sum útvarpið hevur fingið innlit í, frá tilgongdini at selja
festið í Fámará.

Sambært frágreiðingini var hægsta
boð framvegis 100.000 krónur, um morgunin 25.juni, dagin tá freistin at bjóða
var úti á middegi.

Fleiri boð

Men henda fyrrapartin kom so
røringur í, og fleiri boð á borðið.

Fyrsta boðið var frá Jóhan
Dalsgaard, 125.000 krónur kontant og 390.275 krónur sum útlegg sambært eini uppgerð.
Also eitt mótkrav fyri arbeiði at hava umvølt bygningar og annað arbeiði í
Fámará. Tilsamans 515.275 krónur.

Jens Andrias Vinther kunnar
síðani Árna Brattaberg, sum átti boðið á 100.000 krónur, um boðið frá Jóhan
Dalsgaard. Brattaberg svarar, at hann so væntar at fara at bjóða 520.000 krónur
fyri festið.

Advokaturin órógvaður

Advokaturin verður síðani
órógvaður tvær ferðir av telefonsamrøðum um onnur, týðandi mál, sum hasta
almikið. Klokkan nærkast nú tólv. Hann roynir tó at fylgja við á telduni, meðan
hann tosar. Klokkan 11:49 fær hann teldupost við einum boði uppá 520.000 frá
Árna Brattaberg, umframt eitt boð uppá 206.000 krónur frá Niels Winther
Poulsen, advokati, fyri ónevndan bjóðara.

Klokkan 11:59 sendir Árni
Brattaberg ein teldupost afturat, har hann boðar frá, at um so er, at onkur
bjóðar meira enn tær 520.000 krónurnar, ið hann longu hevur bjóðað - ja, so vil
hann bjóða 1000 krónur omaná, upp til 600.000 krónur.

Tosar í telefon

Ímeðan hann lesir teldupostarnar,
og framvegis tosar í telefon, gerst klokkan 12.

-Eg nái sostatt ikki at boða
nøkrum øðrum frá, at tey seinastu boðini eru komin inn, áðrenn klokkan gerst
12, og freistin fyri at bjóða sostatt fer, skrivar Jens Andrias Vinther í
teldupostinum til Fiskimálaráðið og stjóran á Búnaðarstovuni.

4. juli innstillar Jens Andrias
Vinther, advokatur, til Búnaðarstovuna, at hægsta boð fær festið. Í umrødda
telduposti, sum er dagfestur 5. juli, skrivar advokaturin, at eftir hansara
tykki eigur Fiskimálaráðið at vera varið við at geva einum máli sum hesum
steðgandi virknað orsaka av eini kæri, sum "rættiliga opinbart onki
grundarlag hevur".

Í gjárkvøldi gav Fiskimálaráðið
kæraranum, Jóhan Dalsgaard, boð um, at hansara kæra hevur fingið
steðgandi virknað, meðan málið verður viðgjørt.