- Tíðindi, mentan og ítróttur
Tiltøk raka bara makrel og hjáveiðu

Bara fiskur, sum er í trolinum saman við makrelinum, kemur undir
orðingina "associated species."

Tað sigur Gunnar Holm Jacobsen, sendimaður í Brússel. Og tað hevur hann
fingið at vita frá álítandi keldum í ES-ráðnum, sigur hann.

Eina ferð í oktober hevur ES amboðið klárt at brúka móti Føroyum og
Íslandi fyri at fáa londini bæði at góðtaka makrelkvoturnar, sum ES og Norra
bjóða teimum.

Heimmildin samtykt

Fiskivinnunevndin hjá ES samtykti mikudagin einmælt heimildina. Og í
september fara ES-ráðið og ES-tingið endaliga at samtykkja heimildina. Hon skal
síðani lýsast í kunngerðarblaðnum hjá ES og kemur so í gildi 20 dagar seinni.

Ætlar ES at seta í gildi innflutningsbann móti Føroyum og Íslandi, fáa
Føroyar og Ísland ein mánað at hugsa seg um og gera, sum ES krevur. Gera tey
ikki tað, verða tiltøkini sett í verk.

Ger innflutningsbannið ikki mun, kann ES eisini seta handilsforðingar
móti skipasølum og nokta føroyskum og íslendskum skipum at koma í ES-havn.

Seinastu trý árini hava ES, Noreg, Føroyar og Ísland havt 13 úrslitaleys
samráðingarumfør um makrelin.