- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ryanair steðgar ferðum úr Spania

Írska lágprísflogfelagið Ryanair hevur boðað frá, at felagið støðgar 650 fráferðum um vikuna til og úr Spania. Orsøkin er, at spanska stjórnin hevur hækkað floghavnsavgjaldið. Hetta skrivar ferðaheimasíðan Check-in sambært Ritzau.

Ryanair steingir 4 flogrutur úr Barcelona, 11 úr Madrid og 21 frá floghavnum í Las Palmas, Lanzarote, Tenerife og Fuenteventura á Kanariu-Oyggjum. Tilsamans er talan um 650 fráferðir um vikuna.

Eisini EasyJet

Eitt anna lágprísflogfelag EasyJet hevur longu boðað frá, at tað støðgar sítt virksemi í Madrid.

Ritzau rør upp undir, at avgerðin hjá Ryanair at støðga í Spania kann rudda slóð fyri møguleikanum hjá Ryanair at flúgva upp á floghavnina í Keypmannahavn. Ryanair hevur nevniliga søkt um loyvi at flúgva fleiri rutur úr Keypmannahavn í vetur.

Higartil hevur Ryanair bara flogið upp á Billund og Århus í Danmark.