- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nýggjan bústaðarpolitikk

Landsstýrið leggur í løtuni seinastu hond á ein nýggjan bústaðarpolitikk, ið skal tryggja, at øll fáa møguleika at útvega sær hóskandi bústað fyri ein rímiligan kostnað. Tað segði Kaj Leo Johannesen løgmaður í ólavsøkurøðuni.

Endamálið við nýggja bústaðarpolitikkinum er, at alternativir bústaðir verða bygdir kring landið, og at bústaðarfíggingin verður lagaligari.

Ein týðandi partur av ætlanini, ið skal bøta um bústaðarstøðuna, er at geva Húsalánsgrunninum víðkaðar heimildir.

- Landsstýrið vil virka fyri kappingarførum rentum á bústaðarlánum, eitt nú við realkredittlánum. Um neyðugt skal Húsalánsgrunnurin taka upp kappingina við at bjóða realkredittfígging, segði Kaj Leo Johannesen.