- Tíðindi, mentan og ítróttur
Felagið 'Verjið børnini' á Summarfestivalinum

Tíðindaskriv 3. juli 2012

Verið við til at stuðla felagnum "Verjið børnini" á Summarfestivalinum. Felagið heldur til í hølum á Klaksvíksvegi 4, beint við síðuna av posthúsinum. Øll eru hjartaliga vælkomin inn á gólvið. Fólk kunnu stuðla felagið við at keypa blusu, ein kaffimunn, kakubita og smurt breyð. Peningurin fer óskerdur til ráðstevnuna í september.

Felagið hevur fingið ógvuliga góðan stuðul frá bæði fyritøkum, ítróttarfeløgum og privatpersónum. Ólavsøkudag vórðu fleiri enn 1000 undirskriftir handaðar løgmanni. Men hildið verður á at savna undirskriftir, sum ætlanin er at handa løgmanni á ráðstevnuni.