Fann svarta kassan

Fann svarta kassan
Svenska verjan hevur funnið tann eina svarta kassan á Hercules-flogfarinum, sum í mars mánaða í ár datt niður við svenska fjallið Kebnekaisa
Tað var eitt flogfar sum hetta, ið datt niður við svenska fjallið Kebnekaisa
Mynd: Tilvildarlig savnsmynd  
 
05.08.2012 - 23:41
Tað var av tilvild, at komið var fram á kassan, sigur sviin Carl Johan Olofsson, ið fann kassan.  
 
- Eg sá kassan stinga seg upp úr kavanum. Tá eg fekk gravað tað leyst sá eg, at talan var um svarta kassan úr flogfarinum, sigur hann við Aftonbladet. 
 
Kassin var funnin einar 100 metrar frá sjálvum vanlukkustaðnum.
 
Myndugleikarnir í Noregi og í Svøríki vóna, at upptøkurnar kunnu avdúka samskifti millum flogskipararnar á norska flogfarinum ta seinastu tíðina undan vanlukkuni, og hvat tað var sum hendi. 
 
Fyrstu kanningarnar benda á, at flogskipararnir høvdu fingið skeivar upplýsingar frá flúgvileiðaranum í Kiruna.
 
Øll tey fimm fólkini, sum vóru við í Hercuiles flogfarinum tann 15. mars lótu lív. 
 
 
 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 21. oktober
Skratsj 21. oktobur 2026
215146
Mikudag 21. oktober
Skipsboð
215127
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025