Kári á Rógvi í landsrættin við løgtinginum

Kári á Rógvi í landsrættin við løgtinginum
Landsrætturin skal viðgera eitt sakarmál um pápafarloyvi. Føroya rættur fríkendi løgtingið, men Kári á Rógvi hevur skotið dómin inn fyri landsrættin
Kári á Rógvi vil nú hava at vita, um landsrætturin hevur somu hugsan sum Føroya rættur í spurninginum um løn, meðan hann var í paápafarloyvi.

07.08.2012 - 10:17

Løgtingið skal í Landsrættin mikudagin í næstu viku.

Tá er júst eitt ár farið, síðani Føroya rættur frídømdi Løgtingið í einum sakarmáli, sum Kári á Rógvi, løgtingsmaður, byrjaði móti arbeiðsgevara sínum, løgtinginum. Kári á Rógvi stevndi løgtinginum eftir løn fyri tær fýra vikurnar, hann var í pápafarloyvi.

Rætturin frídømdi løgtingið. Kári á Rógvi fekk einki lyfti um løn í farloyvistíðini, sigur rætturin. Og hann eigur heldur ikki at fáa løn fyri farloyvistíðina.

Vísir til lógina um barsil

Rætturin vísir til lógina um barsilsskipan. Sambært henni hava kvinnur serrættindi. Tær eiga einsamallar fyrstu 14 vikurnar eftir at barnið er føtt.

Kári á Rógvi var í farloyvi úr løgtinginum, áðrenn fyrstu 14 vikurnar vóru farnar.

Harafturat brúkar løgtingið reglurnar, sum eru galdandi á almenna arbeiðsmarknaðinum. Tær siga, at menn hava rætt til barsilsfarloyvi í ein mánað, men tað er uttan løn. Og tí segði Føroya rættur, at Kári á Rógvi átti ikki at fáa løn fyri tær fýra vikurnar, hann var í pápafarloyvi.

Kári á Rógvi vil vita, um Landsrætturin heldur tað sama. Eystari Landsrættur, sum kemur til Føroya mánadagin, fer at viðgera málið um løgtingið sum arbeiðsgevara um eina góða viku.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 18. mars
Morgunlestur mikudagur 18.mars 2026
205766
Týsdag 17. mars
Valkøn týskvøldið 17. mars 2026
205792
Týsdag 17. mars
Eitt korter við kórtónleiki
205760
Týsdag 17. mars
Morgunlestur týsdagur 17.mars 2026
205617
Mánadag 16. mars
Valkøn mánakvøldið 16. mars
205726
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 17. mars
Tinggáttin
205791
Týsdag 17. mars
Veðrið
205784
Týsdag 17. mars
Valkøn, mánakvøldið 16.mars
205758
Týsdag 17. mars
APO00161 - teknmálstulkað
205757
Týsdag 17. mars
Andgletturin - Tjóðveldi
205756