- Tíðindi, mentan og ítróttur
Kaj Leo einsamallur í málinum um ríkjafelagsskap

Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður og formaður í Sambandsflokkinum, stendur eftir øllum einsamallur í Sambandsflokkinum við dreyminum um ein ríkjafelagsskap millum Danmark, Føroyar og Grønland.

Alfred Olsen, sum er formaður fyri tingmanningina, sigur við Sosialin, at tingmanningin veit ikki meiri enn tað, sum løgmaður segði í røðu síni á ólavsøku.

- Hann nevndi tá, at eini 15 mál eru eftir at yvirtaka, men nakað áramál varð ikki nevnt. Vit vita ikki meiri júst nú, heldur ikki um eina fólkaatkvøðu, sigur Alfred Olsen við blaðið.

Formaðurin fyri tingmanningina vil ikki siga, um hann tekur undir við Kaj Leo Holm Johannesen sum formanni í Sambandsflokkinum, men hann ger greitt, at formaðurin er einsamallur um dreymin um ein ríkjafelagsskap.

- Eg kann ikki seta orð á ósemjuna, fyrr enn vit hava viðgjørt málið innanfloks, sigur Alfred Olsen við Sosialin.

Styðjar framvegis Kaj Leo

Bárður Nielsen, løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin, var millum teirra, sum beinan vegin gjørdu vart við seg, tá floksformaðurin hevði umrøtt broytingarnar í ríkisrættarligu støðuni í løgmansrøðuni.

Bárður Nielsen sigur við Sosialin í dag, at hann styðjar enn Kaj Leo Holm Johannesen sum floksformann, men at loysa Føroyar úr ríkisfelagsskapinum er ikki í samsvari tað, sum Sambandsflokkurin stendur fyri.

- Eg veit einki um, at ríklsveitingin fellur burtur um 10 ár, og at ein fólkaatkvøða skal vera, sigur Bárður Nielsen við Sosialin. Fráboðanin um broytingar í ríkisrættarligu støðuni eru ongantíð viðgjørdar í Sambandsflokkinum, og kunnu tí ikki fatast sum politikkur floksins, leggur hann aftrat.

Hann sigur, at nóg nógvir loysingarflokkar eru í Føroyum, og ongantíð er meiri brúk fyrin einum røttum Sambandsflokki enn nú.