- Tíðindi, mentan og ítróttur
Spyrja løgmann um sendistovu í Keypmannahavn

Hvat er endamálið við sendistovuni í Keypmannahavn? Og hvør hevði avleiðingin verið, um sendistovan varð løgd niður?

Hesar spurningar fær løgmaður, tá hann fríggjadagin skal í samráð hjá Uttanlandsnevndini hjá løgtinginum.

Uttanlandsnevndin avgjørdi í gjár at biðja Kaj Leo Holm Johannesen, løgmann, koma í samráð um sendistovur.

Umframt endamálið við sendistovuni í Keypmannahavn ætlar Uttanlandsnevndin at spyrja løgmann um føroyskar sendistovur í fjareystri og Russlandi, og um hann ætlar at endurskoða ella útseta avgerðina um sendistovuna í London. Harafturat, hvussu nógv verður spart við at flyta virksemið í London til Brússel.

Jacob eisini á fund

Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, skal eisini í samráð í Uttanlandsnevndini fríggjadagin.

Nevndin ætlar millum annað at spyrja hann, hvat hann heldur um ætlanina hjá Grønlandi at sleppa upp í part, tá strandarlondini samráðast um makrel og, um avgerðin um ikki at loyva royndarveiðu eftir makreli í altjóða sjógvi verður endurskoðað.