Fáa hjálp frá Heilsutrygd alt fyri eitt

Fáa hjálp frá Heilsutrygd alt fyri eitt
Fólk, sum flyta til Føroya úr øðrum londum enn Danmark og Grønlandi, noyðast í karantenu í seks vikur, men hetta verður nú broytt
Fleiri broytingar eru á veg í lógini um Heilsutrygd.

17.08.2012 - 09:50

Fólk, sum flyta til Føroya úr øðrum londum enn Danmark og Grønlandi, fáa hjálp frá Heilsutrygd alt fyri eitt, bara tey eru skrásett í Landsfólkayvirlitinum.

Hetta er ein av fleiri broytingum, sum skulu gerast í reglunum, Heilsutrygd arbeiðir eftir.

Heilsumálaráðið arbeiðir við átta broytingum fyri at gera umsitingina hjá Heilsutrygd lættari. Upprit um broytingarnar var á landsstýrisfundi mánadagin, har undirtøka var fyri ætlaðu broytingunum, sigur Karsten Hansen, landsstýrismaður.

Tá fólk flyta til Føroya úr øðrum londum enn teimum í ríkisfelagsskapinum, noyðast tey at bíða í seks vikur, áðrenn tey kunnu fáa veitingar frá heilsutrygd. Tey eru, sum tikið verður til, í "karantenu" í seks vikur. Hetta er galdandi fyri bæði føroyingar og útlendingar.

Fáa hjálp alt fyri eitt

Men hetta verður broytt. Nú fáa fólk frá Heilsutrygd alt fyri eitt, tey flyta til Føroya, eru tey skrásett at búgva í Føroyum.

Ein onnur broyting verður mannagongdin viðvíkjandi heilivági hjá sjúklingum, sum ikki longur eru á sjúkrahúsi í Danmark, men eitt nú búgva á sjúklingahotellinum.

Hesi fólk fáa nú heilivágin sendandi frá apotekunum í Føroyum. Hetta skal broytast, so tey kunnu fáa heilivágin frá apotekum í grannalagnum hjá sjúklingahotellinum.

Og heilsutrygdarkortið, sum langt síðani skuldi verið sent øllum, sum eru í Heilsutrygd, kemur ikki í bræði. Orðið heilsutrygdarkort verður rætt og slætt strikað, tí Heilsumálaráðið roynir at finna eina betri og bíligari loysn, sigur landsstýrismaðurin.

Og Samstarvsnevndin, sum sambært lógini um Heilsutrygd skal tulka sáttmálar hjá Heilsutrygd, skal takast av. Brúk er ikki fyri nevndini, heldur Heilsumálaráðið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 7. januar
Mono - Hjalte Bachmann - 070126
202354
Mikudag 7. januar
Skratsj 7. januar 2026
202348
Mikudag 7. januar
Soleiðis fært tú góðar vanar
202338
Mikudag 7. januar
Morgunlestur mikudagur 7.januar 2025
202089
Týsdag 6. januar
Upp á gólv á Trettanda
202302
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
202341
Týsdag 6. januar
Upp á gólv á trettanda
202324
Týsdag 6. januar
Veðrið
202314
Týsdag 6. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
202303
Mánadag 5. januar
Veðrið
202274