Húsakeyp: Vánalig ráðgeving gerst dýr

Húsakeyp: Vánalig ráðgeving gerst dýr
Ráðgevingin sum starvsfólkini í donsku realkredittfeløgunum, er so svikalig, at tað kann kosta hvørjum húsakeypara fleiri hundrað túsund krónur.

18.08.2012 - 14:41

Tað sigur varastjórin í Fíggjareftirlitinum, Julie Galbo, eftir at ein kanning er gjørd av støðuni.

- Út frá kanningini er líkt til, at nøkur kredittfeløg ikki megna at halda lógina, og tað er ikki í lagi, sigur hon.

Tað er danska Brúkarafelagið sum hevur gjørt kanningina. Felagið fekk 12 fólk at ringja til sítt lánsfelag, men bert í helvtini av førunum fingu fólk neyðugu ráðgevingina, og tað er átaluvert, sigur varastjórin í Fíggjareftirlitinum.

Stjórin í Brúkarafelagnum, Rasmus Kjeldahl, er so ovfarin av kanningini, at hann vil hava Fíggjareftirlitið at leggja uppí.

Varastjórin í Fíggjareftirlitinum sigur, at eftirlitið fer at samstarva við Brúkarafelagið, og so fáa Realkredittfeløgini boð um at broyta mannagongd, so brúkararnir fáa rættar upplýsingar, sigur Julie Galbo.

Hon viðgongur at tað fer at taka nakað av tíð at kanna viðurskiftini, og so leingi sum kanningin varar, eiga fólk at tosa við lánsstovnin, um tey hava mist pengar, og um neyðugt at kæra realkredittfeløgini til kærustovnin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 7. apríl
Frá Gággu til Krækling (1:4)
206690
Týsdag 7. apríl
Morgunlestur týsdagur 7.apríl 2026
206582
Mánadag 6. apríl
Várkonsert 2026 (1:2)
206039
Mánadag 6. apríl
Guðstænasta úr Havnar kirkju
206641
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 7. apríl
Veðrið
206699
Mánadag 6. apríl
Meistarans hond
206650
Mánadag 6. apríl
Andakt
206647
Mánadag 6. apríl
Gudstænasta úr Havnar kirkju
206638
Sunnudag 5. apríl
Andaktin páskadag við Gimma Olsen
206635