- Tíðindi, mentan og ítróttur
Glyvursnes best egnað til nýggjan flogvøll

Kanningar hjá Landsverki hava fyrr staðfest, at Glyvursnes sum heild er best
egnaða plássið til flogvøll, tá hugt verður at lendisviðurskiftum og sýni.
Ein neyvari kanning av turbulensviðurskiftunum staðfestir nú enn einaferð, at
Glyvursnes er nógv best egnaða plássið til at leggja ein møguligan nýggjan
flogvøll.

Sum liður í eini heildarætlan fyri flogferðsluna í Føroyum
hevur Landsverk seinnu árini kannað trý ymisk støð í sambandi við ynskini um at
betra flogvallaviðurskiftini í Føroyum. Hesar kanningar eru gjørdar í samráð við
politisku myndugleikarnar.

Søltuvík og Glyvursnes

At fremja eina slíka heildarætlan, har
møguleikarnir fyri einum alternativum flogvølli eisini skulu kannast, tekur drúgva tíð. Nógvar forkanningar skulu gerast, og neyðugt er at
gera slíkt arbeiði í stigum. Fyrsta stigið hjá Landsverki var tí at kanna, hvar
tað staðifrøðiliga ber til at gera ein flogvøll.

Niðurstøðan frá teirri
kanningini var, at Søltuvík og Glyvursnes eru einastu hóskandi pláss til
alternativan flogvøll, meðan Skorðhæddin er óegnað, tí tað ikki ber til at fáa
nøktandi inn- og útflúgvingarviðurskifti.

Turbulensur

Úrslitini av nýggjastu
kanningini snúgva seg um turbolens á verandi og alternativu plássunumi til
flogvøll í Føroyum. Turbulenssimuleringarnar, sum nú eru gjørdar, lýsa bæði
viðurskiftini viðvíkjandi innflúgving og lendingarviðurskiftini á sjálvari
flogbreytini.

Í stuttum kann sigast um tey trý kannaðu plássini, sum eru
Vágar, Glyvursnes og Søltuvík, at Glyvursnes er nógv best egnaða staðið til ein
nýggjan flogvøll í Føroyum, sigur Landsverk.

Kanningin staðfestir, at lága og javna
lendið við Glyvursnes - norður-, eystur-, og suðureftir - geva ongar trupulleikar
við turbolensi við ættunum heilt frá útnyrðingi til norðan og niður til
útsynning. Nógvur vindur vestaneftir skapar nakað av turbolensi um Kirkjubøreyn,
men hetta er so mikið langt frá ætlaða plássinum til flogvøll, at tað ikki elvir
til nevniverdan turbolens á ella við ein møguligan flogvøll, vísir kanningin hjá Landsverki.

Trupult í Vágum

Samanumtikið lýsir kanningin turbolensviðurskiftini í Vágum sum sera trupul,
meðan viðurskiftini á Glyvursnesi eru munandi betri. Á Glyvursnesi kann
reglusemið betrast við umleið fýra prosentum samanborið við Vága Floghavn.
Mátingarnar geva onga ábending um turbulenstrupulleikar nærindis Glyvursnesi.

Verða turbulensviðurskiftini í Vágum tikin við, verður reglusemið á Glyvursnesi sambært frágreiðingini helst betri enn tey fýra prosentini.

Tað
serliga við Glyvursnesi samanborið við hinar møguleikarnar er, at har ber til at fáa
vøll heilt upp í 2.700 metrar ella meir, og tí er henda loysnin best
framtíðartryggjað. Við mest framkomnu útgerðini og beinari og fríari inn- og
útflúgving er møguligt at lenda á Glyvursnesi í munandi verri sýni, enn nakra
aðrastaðni í Føroyum. Harafturat er onki, ið bendir á nevniverdan turbulens, sum
er ein av stóru trupulleikunum í Vágum og í Søltuvík, sigur Landsverk.