Ríkisfundurin verður í Suðurgrønlandi

Ríkisfundurin verður í Suðurgrønlandi
Forsætisráðharrin, løgmaður og grønlendski landsstýrisformaðurin hava fund í bygindi Igaliku í næstu viku
Seinasti ríkisfundurin varð hildin í Føroyum. Tá var Lars Løkke Rasmussen forsætisráðharri.

23.08.2012 - 10:03

Ríkisfundurin í Grønlandi um eina viku verður í bygdini Igaliku í Suðurgrønlandi. Helle Thorning-Schmidt, forsætisráðharri, fer longu til Grønlands mánadagin, tá hon vitjar Sirius patruljuna í Dannebrog í Eysturgrønlandi.

Síðani fer forsætisráðharrin til Thule, áðrenn hon fer til Nuuk. Forsætisráðharrin og Kuupik Kleist, landsstýrisformaður, hittast í Nuuk hósmorgunin. Haðani flúgva tey til Narsarssuaq, har Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, bíðar eftir teimum.

Hava fund í Igaliku

Ríkisfundurin verður á Igaliku Bygdehotel seinnapartin hósdagin. Siglt verður til Ikaliku úr Narsarssuaq. 31.august er útferð við tyrlu á skránni. Farið verður til eitt vatnorkuverk, eitt nám og vitjað verður eisini í Brattalíð, har sum Eirikur Reyði búði og fyrsta kirkjan í Grønlandi var.

Á veg til Grønlands steðgar danski forsætisráðharrin ein dag í Íslandi, har hon fer á almenna vitjan.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 17. juli
Vikuskiftið 17. juli 2026
211068
Fríggjadag 17. juli
Summarbeiti á G!
211066
Fríggjadag 17. juli
RagnarRokk: Einar Solberg um Vox Occulta
209124
Fríggjadag 17. juli
Morgunlestur fríggjadagur
211015
Hósdag 16. juli
RagnarRokk 16.juli
209729
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 17. juli
Veðrið
211069
Mikudag 15. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210956
Týsdag 14. juli
Veðrið
210936
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817