Ala á Sandsvág og hagreiða á Sandi

Ala á Sandsvág og hagreiða á Sandi
Eitt felag undir stovnan hevur søkt um ali- og smoltloyvi frá Vinnumálaráðnum
Eitt felag undir stovnan ætlar at ala laks á Sandsvág og at hagreiða fiskin á Sandi.

28.08.2012 - 16:45

Ein nýggj roynd verður nú gjørd at ala á Sandsvág og at hagreiða fiskin í einum virki á Sandi.Tað er Poul Hansen, advokatur, sum fyri feløgini, Kimbil og Bacalao, hevur søkt um ali- og smoltloyvi frá Vinnumálaráðnum.

Tað almenna arbeiðir við at fáa fleiri aliøkir til vega í Føroyum, og tí ræður um at liggja framvið, fyri at sleppa upp í part. Tí hevur Poul Hansen, advokatur biðið Vinnumálaráðið um loyvi at ala smolt í smoltstøðini í Norðradali, og loyvi at fara undir aling á sjónum - á Sandsvág, í Hestfirði og út fyri Nesi í Eysturoy.

Keypt smoltstøð

Poul Hansen sigur, at hann í eina tíð hevur arbeitt við ætlanini, saman við serkønum. Tí varð smoltstøðin í Norðradali keypt í fjør,  samstundis sum økið sum smoltstøðin stendur á, varð keypt frá Búnaðarstovuni.

At feløgini hava søkt um at sleppa at ala á Sandsvág, í Hestfirði og út fyri Nesi, er tí, at tey økini verða mett sum væl egnað til laksaaling. Ætlanin er, at aldi fiskurin skal hagreiðast á einum virki á Sandi, annaðhvørt í bygninginum sum stendur á havnaøkinum, um hann fæst til keyps fyri rímiliga upphædd, ella í einum virki, sum verður bygt til endamálið.

Stovna felag

Fáa feløgini loyvi at fara undir aling, so verður eitt felag stovnað, sum skal standa fyri alingini. Og tá er ætlanin at onnur skulu sleppa upp í part, sigur Poul Hansen.

Hann leggur dent á, at talan verður um eitt føroyskt felag burturav, og í viðtøkunum skulu gerast avmarkingar um, at ein tepur meiriluti av eigarunum, ikki kann selja felagið til aðrar, ella til sín sjálvs.

Verður loyvið givið til at ala, so er ætlanin at byrja varisliga, og síðani at útbyggja virksemið eftir tørvi, sigur Poul Hansen.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 4. september
Vikuskiftið 4 sept 2026
212745
Fríggjadag 4. september
LEITISSTEIN 04.09.2026 (Fríða Saiya)
212738
Fríggjadag 4. september
Vit nerta við oyggjaørvit
212737
Fríggjadag 4. september
Vit nerta við virkna deyðshjálp
212727
Fríggjadag 4. september
Breddin: Trýstið á Evropa veksur
212721
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 4. september
Veðrið
212742
Fríggjadag 4. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212713
Mikudag 2. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212598
Týsdag 1. september
Veðrið
212672
Týsdag 1. september
Veðrið
212572