Vildi hava Henrik Weihe Joensen í gamla starvið

Vildi hava Henrik Weihe Joensen í gamla starvið
Samstarvið millum Elmar Højgaard og Henrik Weihe Joensen var bert tríggjar vikur gamalt, tá ósemja kom í. Útvarpið hevur fingið innlit í málið
Rúkandi ósemja millum Elmar Højgaard og Henrik Weihe Joensen, á myndini, um tilbúgvingina og um leiðsluna á nýggja stovninum endaði við, at samstarvið millum Fiskimálaráðið og Henrik Weihe Joensen endaði.

28.08.2012 - 16:04

Tann 24.januar varð avgjørt at leggja saman Fiskiveiðueftirlitið, Tilbúgvingarstovnin og MRCC/Tórshavn Radio.

Elmar Højgaard, stjóri á Fiskiveiðueftirlitinum, bleiv stjóri á nýggja stovninum. Henrik Weihe Joensen, stjóri á Tilbúgvingarstovninum, fekk leiðandi uppgávur, til dømis sum leiðari fyri MRCC/Tórshavn Radio og samskipandi leiðsluuppgávur í sambandi við tilbúgvingarætlanir. Seinni mælti Henrik Weihe Joensen frá at seta Elmar Højgaard sum stjóra, men lýsa starvið leyst.

Longu tríggjar vikur seinni byrjar samstarvið millum Elmar Højgaard og Henrik Weihe Joensen at skinkla.

Ikki rætt at leggja saman

Í einum uppriti, sum Henrik Weihe Joensen skrivaði eftir fund millum teir báðar tann 16.februar, stendur, at Elmar Højgaard helt tað ikki vera rætt at leggja saman tilbúgvingina á landi, sum Tilbúgvingarstovnurin varðar av, og tilbúgvingina á sjónum, sum Fiskiveiðueftirlitið og MRCC/Tórshavn Radio varða av. Men Henrik Weihe Joensen helt tað vera rættast at hava bæði í einum stovni, nýggja samanlagda stovninum.

So koma vit til 20.apríl. Tá kemur ósemjan millum Elmar Højgaard og Henrik Weihe Joensen av álvara undan kavi í fundarfrásøgn frá fundi millum Elmar Højgaard og Rógva Reinert, aðalstjóra.

Á fundinum segði Elmar Højgaard, at hann og Henrik Weihe Joensen høvdu tosað um samanleggingina dagin fyri.

Einki úrslit

"Fundurin endaði uttan úrslit og beinleiðis í ósemju millum Elmar Højgaard og Henrik Weihe Joensen," stendur í fundarfrásøgnini. Síðani stendur, at Elmar Højgaard hevði mælt til, at Henrik Weihe Joensen fór aftur í sítt gamla starv.

Tað merkir, at Henrik Weihe Joensen hevur dagligu leiðsluna av Brunaumsjónina og ábyrgdina av tilbúgvingarsamskipan og ráðgeving. Heitið kundi verið deildarleiðari við tilvísing til Elmar Højgaard.

Henrik Weihe Joensen fekk eisini at vita, at eingin varastjóri skuldi vera á samanlagda stovninum. Tá Elmar Højgaard er burturi í feriu, hevur hann avloysara, men ætlanin er tó ikki, at Henrik Weihe Joensen skal avloysa Elmar Højgaard,  tá Elmar Højgaard er burturi.

Ætlanin er heldur ikki, at Henrik Weihe Joensen framhaldandi skal hava leiðsluuppgávuna á MRCC/Tórshavn Radio. Og síðani stendur, at Elmar Højgaard kunnaði um, at Henrik Weihe Joensen vísti sera stóra misnøgd við ta ætlan, Elmar Højgaard hevði við hansara starvi og fór á ongan hátt at góðtaka ætlanina.

Elmar Højgaard endaði kunningina við at siga, at grundarlagið fyri samstarvi millum hann og Henrik Weihe Joensen ikki er til staðar, og framtíðar samstarv var ikki møguligt.

Henrik kærdi

Rógvi Reinert kundi siga við Elmar Højgaard, at hann hevði fingið eina klagu frá Henrik Weihe Joensen um, at Elmar Højgaard hevði hótt hann við uppsøgn. Aðalstjórin tosaði eisini við Henrik Weihe Joensen. Tá fekk aðalstjórin eisini at vita, at eingin møguleiki var fyri samstarvi.

Henrik Weihe Joensen kundi ikki góðtaka, at hann verður málsviðgeri og ein parantes í nýggja bygnaðinum, at hann fær ikki nøktandi tyngd í starvi sínum við Elmari Højggard sum stjóra, og at hann hevur lagt upp til samstarv, men tað ber ikki til.

Henrik Weihe Joensen leggur eisini Elmar Højgaard undir ikki at vilja hava eina tilbúgvingarlóg, tilbúgvingarætlan ella eina samvirkandi tilbúgving.

Uppskot um nýggjan bygnað

Henrik Weihe Joensen mælti eisini til at sleppa ætlanini um samanlegging, men heldur skipa Tilbúgvingarstovnin og MRCC/Tórshavn Radio sum ein stovn og Fiskiveiðueftirlitið og annað í ein stovn. Hann kom rætt og slætt við uppskoti um ein heilt nýggjan bygnað.

26.juni ger Rógvi Reinert eina roynd at loysa málið við at taka Henrik Weihe Joensen úr samanlagda stovninum, so hann fekk leiðsluábyrgd av brunaumsjónarpartinum, sum eisini skuldi takast úr samanlagda stovninum, við beinleiðis tilvísing til aðalstjóran. Men Henrik Weihe Joensen vildi eisini umsita leiðsluna av MRCC/Tórshavn Radio.

Niðurleggja samstarvið

Og 11.juli bað Rógvi Reinert Henrik Weihe Joensen koma á fund. Fundarevnið var niðurlegging av samstarvi. Henrik Weihe Joensen og Fiskimálaráðið vóru ikki samd um bygnaðarligar spurningar viðvíkjandi tilbúgvingini, og hvussu tilbúgvingin skal skipast sum heild.

Semja bleiv ikki um fráfaringaravtalu á tí fundinum. Men 15.august komu hesi tíðindi frá Fiskimálaráðnum:

Stjórin á Tilbúgvingarstovni Føroya, Henrik Weihe Joensen, sum seinastu tíðina eisini hevur verið virkandi stjóri á MRCC/Tórshavn Radio, og Fiskimálaráðið hava gjørt semju um at niðurleggja samstarvið frá í dag, 15.august 2012, at rokna. Elmar Højgaard, forstjóri, tekur yvir leiðsluuppgávurnar hjá Henrik Weihe Joensen.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 10. mars
Góðan morgun Føroyar
205390
Týsdag 10. mars
Morgunlestur týsdagur 10.mars 2026
205385
Mánadag 9. mars
Endiliga rullar bólturin aftur
205339
Mánadag 9. mars
Morgunlestur mánadagur 9.mars 2026
205067
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 9. mars
Veðrið
205363
Sunnudag 8. mars
Hondbóltur: EM undansending
205313
Sunnudag 8. mars
Føroyar - Portugal, seinni dystur
205337
Sunnudag 8. mars
Guðstænasta úr Vestmanna kirkju
205299