Alilógin til viðgerðar í næstu viku

Alilógin til viðgerðar í næstu viku
Uppskotið hevur til endamáls at avmarka útlendskan eigaraskap í føroysku alivinnuni
Í næstu viku sleppa Eivin Jacobsen, Henrik Old og hini í tinginum at viðgera uppskotið frá Johan Dahl, landsstýrismanni, um at avmarka útlendska eigaraskapin í føroysku alivinnuni.

29.08.2012 - 10:30

Fríggjadagin í næstu viku fer løgtingið at viðgera lógaruppskotið hjá Vinnumálaráðnum, sum skal avmarka útlendskan eigaraskap í føroysku alivinnuni. Broytingin, sum skal koma í gildi 9.august í ár, sama dagin, sum uppskotið kom í løgtingið, hevur fingið misjavna móttøku bæði í vinnuni og í politisku flokkunum.

Fyrsta viðgerð hevur ikki verið enn, tí uppskotið varð sent til hoyringar, eftir at tað varð lagt fram í tinginum.

Er longu komin í gildi

Lógarbroytingin virkar frá 9.august, tí tað er hugsandi, at útlendsk alifeløg, eftir at uppskotið er lagt, fram fara at royna at fáa ræði á føroyskum alifyritøkum, áðrenn uppskotið kemur í gildi sum lóg og fær virknað, sigur Vinnumálaráðið í viðmerkingunum um lógarbroytingina.

Sama grundgeving er galdandi viðvíkjandi hoyringini. Var uppskotið farið til hoyringar fyrst, var hugsandi, at útlendsk alifeløg fóru at gera sær dælt av tí.

Vinnumálaráðið hevur leingi arbeitt við uppskotinum. Ætlanin var at fáa tað í løgtingið í vár, men tað lukkaðist tó ikki.

Hoyringarfreistin var úti í gjár.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 10. mars
Góðan morgun Føroyar
205390
Týsdag 10. mars
Morgunlestur týsdagur 10.mars 2026
205385
Mánadag 9. mars
Endiliga rullar bólturin aftur
205339
Mánadag 9. mars
Morgunlestur mánadagur 9.mars 2026
205067
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 10. mars
Veðrið
205436
Mánadag 9. mars
Veðrið
205363
Sunnudag 8. mars
Hondbóltur: EM undansending
205313
Sunnudag 8. mars
Føroyar - Portugal, seinni dystur
205337