- Tíðindi, mentan og ítróttur
Krevur sjálvstøðugan limaskap í WTO

Á ríkisfundinum í Grønlandi eigur løgmaður at krevja av Helle Thorning-Schmidt, forsætisráðharra, at Føroyar fáa sjálvstøðugan limaskap í WTO.

Tað sigur Jákup Mikkelsen, formaður í løgtingsins uttanlandsnevnd, í einum opnum brævi til Kaj Leo Holm Johannesen. Hann vil eisini hava løgmann beinan vegin at taka stig til samráðingar við stjórnina í Kreml um ein fríhandilssáttmála við Russland.

Tollurin lækkar

Russland hevur fingið limaskap í WTO, og tað hevur við sær, at tollurin á fiskavørum lækkar. Men føroysku fyrimunirnir við russiskum WTO-limaskapi kunnu tó fara at vísa seg at vera søga um stutta tíð, og verri enn tað, sigur Jákup Mikkelsen, sum eisini er formaður fyri tingmanningina hjá Fólkaflokkinum.

Hann vísir á, at tá EFTA-londini hava gjørt fríhandilssáttmála við Russland, verður russiski tollurin á fiskavørum hjá teimum helst burtur, meðan føroyskar vørur framvegis noyðast at gjalda toll eftir WTO-sáttmálanum á russiska marknaðinum. Og skuldi tað hent, at ES og Russland eisini fara at gera fríhandilssáttmála, sum mangt bendir á, verður støðan enn verri fyri Føroyar.

Uppskot klárt

Jákup Mikkelsen sigur, at í Tinganesi og í Kreml liggur eitt liðugt samrátt fríhandilssáttmálauppskot frá árinum 2000 klárt at undirskriva. Sambært hesum uppskoti skal allur tollur í samhandlinum millum Føroyar og Russland verða tikin av. Russland gav Føroyum lyfti í 2000, at í somu løtu, Russland gjørdist limur í WTO, skuldi skrivast undir fríhandilssáttmálan, sigur formaðurin ú ttanlandsnevndini í opna brævinum til løgmann, sum í hesum døgum er á ríkisfundi í Grønlandi.