- Tíðindi, mentan og ítróttur
Tiltøk skulu fráboðast frammanundan

Tað verður eingin drúgv og umfatandi reglugerð gjørd um, hvussu Løgtingshúsið kann brúkast til annað enn tingarbeiði. Men tey, sum vilja sleppa at gera vart við seg í tinghúsinum, eiga at boða frá frammanundan.

Formansskapurin hjá løgtinginum hevur viðgjørt spurningin, eftir at felagskapurin "Verjið børnini" fekk tingfólk og landsstýrisfólk at stilla upp til myndatøku í blusum, sum felagskapurin hevði við sær í tingið. Myndatøkan var í forhøllini í Tinhúsinum.

Vistu einki frammanundan

Hvørki formansskapurin ella umsitingin í løgtinginum visti nakað um átakið frammanundan, og tí er neyðugt við reglum um slíkt, segði Jógvan á Lakjuni, løgtingsformaður, eftir hendingina.

Formansskapurin hevur nú viðgjørt spurningin. Niðurstøðan varð, at øll, sum vilja sleppa at gera vart við seg í tinghúsinum, eiga at boða frá frammanundan, og so verður støða tikin í hvørjum einstøkum føri, um loyvi skal latast.