- Tíðindi, mentan og ítróttur
Arbeiðsloysið tað minsta síðani 2010

Samstundis sum Arbeiðsloysisskipanin í dag hátíðarheldur 20 ára dagin, boðar Hagstovan frá, at arbeiðloysið í løtuni er tað minsta síðani januar 2010, og tað minkar framvegis.

Í juli vóru 1454 fólk arbeiðsleys, 804 konufólk og 653 mannfólk. Tað eru 39 færri enn í juni. Arbeiðsloysið er minkað úr 5,6 prosentum niður í 5,4 prosent.

Fyri einum ári síðani vóru 1812 fólk arbeiðsleys, ella 6,4 prosent.

Í dag eru 1242 arbeiðsleys

Nýggjastu tølini hjá ALS vísa, at í dag eru tilsamans 1242 fólk arbeiðsleys, 709 kvinnur og 533 menn.

Hetta seinasta árið hava 224 fulltíðararbeiðsleysir menn aftur fingið arbeiði, og 143 konufólk. Arbeiðsloysið minkaði í øllum sýslum í juli. Í tali eru flest arbeiðsleys á Streymoynni, men roknað í prosentum av arbeiðsførum eru flest arbeiðsleys í Suðuroynni, sigur Hagstovan.