- Tíðindi, mentan og ítróttur
EB/Streymur heldur fast

Oddaliðið Eb/Streymur gjørdi eitt ordans "comeback",
tá teir á heimavølli vunnu 3-2 á HB. Havnaliðið var annars á odda 2-0 við málum, sum Fróði Benjaminsen skoraði, áðrenn Gert Hansen fekk minkað um munin stutt fyri hálvleik.

Leikferðin var høg, og gott fótbælspæl var at
síggja. HB hevði onkran risamøguleika at avgera dystin í seinna hálvleiki, men teir
vóru ikki nóg avgjørdir. Tá eitt korter var eftir, kom hálvskaddi liðformaðurin
hjá Eb/Streymi Egil á Bø inn í álopi.

Hann vendi dystinum, tá hann fyrst tríggjar minuttir fyri tíð
kom at standa púra fríur í brotsteiginum og stútaði bóltin í málið, og síðani í
yvirtíðini var hann aftur á blettinum og tryggjaði heimaliðnum øll trý stigini.

Á Tvøroyri fingu fuglfirðingar øll trý stigini, tá teir vunnu 2-1 á TB. Clayton Suarez skoraði bæði málini hjá ÍF, meðan liðformaðurin hjá TB, Óli Johannesen, skoraði upp á beinleiðis fríspark.

Í Klaksvík vann Kí 2-1 á NSÍ í einum ikki serliga vælspældum dysti. Tað kom ikki lív í dystin, fyrren 20 minuttir vóru eftir at leika. Klæmint Olsen gjørdist fríur og setti bóltin trygt í netið. Bara fimm minuttir seinni
javnaði Páll Klettskarð við góðum langskoti, og stutt fyri leiklok avgjørdi sami Páll Klettskarð dystin fyri heimaliðið.

Víkingur vann trygt í Sarpugerði ímóti FC Suðuroy. Úrslitið av dystinum var 3-1 til heimaliðið. Hjartvard Hansen, Sølvi Vatnhamar og Kaj Leo í Bartalsstovu skoraðu málini hjá Víkingi, meðan Heini Vatnsdal átti málið hjá suðuroyingunum.

B36 vann 1-0 á B68 í Gundadali. Tað hendi ikki
nógv í dystinum, og tað mesta gekk fyri seg á miðjuni. Tá
20.minuttir restaðu í av dystinum, skoraði Lukasz Cieslewicz við góðum skoti
beint uttan fyri brotsteigin til 1-0. B68 sendi síðani nógv fólk fram, men tað eydnaðist ikki at fáa útjavnandi málið.

Støðan í Effo-deildini eftir 22.umfør:

EB/Streymur 45
ÍF 43
KÍ 40
Víkingur 40
HB 35
B36 30
NSÍ 27
B68 20
TB 19
FC Suðuroy 6

Fríggjakvøldið leikar A-landsliðið ímóti Týsklandi í
HM-undankappingini, og sostatt er 23.umfar ikki á skránni fyrr enn 12.september. Tá
eru dystirnir
hesir:

B36 - EB/Streymur
Víkingur - ÍF
KÍ - TB
NSÍ - HB
FC
Suðuroy - B68