- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fara nú undir sáttmálasamráðingar

Starvsmannafelagið og Lønardeildin í Fíggjarmálaráðnum fara á fund 11. september um nýggja sáttmálan, har krøvini verða handað. Tað upplýsir leiðarin á lønardeildini, Snorri Fjallsbak.

Lønardeildin hevur nógvar sáttmálar eftir at avgreiða, sum fóru úr gildi 1. oktober í fjør. Snorri Fjallsbak sigur, at talan er um einar 20 sáttmálar, sum ikki eru avgreiddir enn.

Sáttmáli gjørdur við stóru feløgini

Men sáttmáli er gjørdur við tey størstu feløgini, Lærarafelagið, Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og Pedagogfelagið.Tey feløgini fingu øll 220 kr. aftrat um mánaðin, og sáttmálarnir eru galdandi í tvey ár, til 1. oktober í 2013.

Eingi feløg hava fingið meiri í løn, enn tey trý feløgini hava fingið, sigur Snorri Fjallsbak.