- Tíðindi, mentan og ítróttur
20 vilja vera aðalstjórar

14 umsøkjarar eru til starvið sum aðalstjóri í Vinnumálaráðnum, og seks vilja vera aðalstjóri í Fíggjarmálaráðnum.

Umsóknarfreistin var úti á middegi í gjár.

Av teimum 14, sum vilja vera aðalstjóri í Vinnumálaráðnum, eru fýra kvinnur og tíggju menn. Í Fíggjarmálaráðnum hava tvær kvinnur og fýra menn søkt starvið sum aðalstjóri.

62.000 kr. í løn

Starvið sum aðalstjóri er tænastumannastarv, og er flokkað í 39. lønarflokki. Lønin er 57.600 krónur um mánaðin, umframt ein mánaðarlig viðbót, sum er 4.955 krónur. Aðalstjórin er ovasti ráðgevi hjá landsstýrismanninum og hevur ábyrgd av dagligu leiðsluni í ráðnum.

Tey, sum verða sett, skulu hava kandidatútbúgving frá lærdum háskúla og hava týðandi leiðsluroyndir á almenna ella privata arbeiðsmarknaðinum. Fyrstu tvey árini í starvinum eru at rokna sum royndarár. Størvini verða sett sum skjótast, upplýsir Løgmansskrivstovan.

Fyribils stjórar

Í Vinnumálaráðnum er Gunnleyg Árnafjall virkandi aðalstjóri, eftir at Arne Poulsen varð fluttur í annað starv fyrst í mars mánaði í ár. Og í Fíggjarmálaráðnum hevur Atli S. Leo verið virkandi aðalstjóri, síðani Petur Alberg Lamhauge gavst hálvan mars í fjør.