- Tíðindi, mentan og ítróttur
Sjónvarpsbygningur skal fíggja nýbygging

Nær útvarpið og sjónvarpið hjá almenna kringvarpinum fara at húsast undir sama taki, veldst um fígging og raðfesting millum nógv átrokandi mál.

Tað sigur Bjørn Kalsø, landsstýrismaður, í svari til Gunvør Balle, løgtingskvinnu úr Tjóðveldi, sum spurdi, hvørjar ætlanir landsstýri hevur við kringvarpinum.

Landsstýrismaðurin vísir á, at eitt av endamálunum við at leggja stovnarnar saman, var at savna alt virksemið undir einum taki, men nær tað verður, torir Bjørn Kalsø ikki at siga í dag.

Selja í Vørðsluni

Hann sigur, at tað hevði verið skilagott at selt ognina í Vørðsluni, har ein partur av sjónvarpsvirkseminum heldur til. Sølupeningurin kundi so verið nýttur til at fíggja nýbygging í Sortudíki. Mentamálaráðið hevur kannað spurningin, men hevur fingið at vita frá Fíggjarmálaráðnum, at sølupeningurin kann ikki markast til ávíst endamál.

Bjørn Kalsø sigur, at arbeitt hevur verið við einum byggiuppskoti í Sortudíki í fýra stigum. Lagt er upp til, at fyrsta stig í stóran mun kann fíggjast við sølupeninginum, sum fæst fyri ognina í Vørðsluni, treytað av at prísurin verður umleið 15 mió. kr.