Alilógin til viðgerðar í tinginum í dag

Alilógin til viðgerðar í tinginum í dag
Lógarbroytingin, sum skal avmarka útlendskan eigaraskap, skal sambært uppskotinum hava gildi frá framløgudegnum, 9. august
Sambært uppskotinum skal broytingin í alilógini hava gildi frá framløgudegnum. Tingið viðger uppskotið í dag.

07.09.2012 - 09:45

Fyrrapartin fer løgtingið at viðgera lógaruppskotið hjá Vinnumálaráðnum, sum skal avmarka útlendskan eigaraskap í føroysku alivinnuni.

Broytingin, sum skal koma í gildi frá 9.august í ár, sama dagin, sum uppskotið kom í løgtingið, hevur fingið misjavna móttøku bæði í vinnuni og í politisku flokkunum.

Fyrsta viðgerð verður ikki fyrr enn nú, tí uppskotið varð sent til hoyringar, eftir at tað varð lagt fram í tinginum.

Virkar frá framløgudegnum

Lógarbroytingin virkar frá framløgudegnum 9.august, tí tað er hugsandi, at útlendsk alifeløg - eftir at uppskotið er lagt fram - fara at royna at fáa ræði á føroyskum alifyritøkum, áðrenn uppskotið kemur í gildi sum lóg og fer at virka, sigur Vinnumálaráðið í viðmerkingunum um lógarbroytingina.

Sama grundgeving er galdandi viðvíkjandi hoyringini. Var uppskotið farið til hoyringar fyrst, var hugsandi, at útlendsk alifeløg fóru at gera sær dælt av tí. Vinnumálaráðið hevur leingi arbeitt við uppskotinum. Ætlanin var at fáa tað í løgtingið í vár - tað er í farnu tingsetu - men tað lukkaðist tó ikki.

Bjørn svarar fyrispurningi

Eitt annað nógv umrøtt mál er eisini á dagsskránni hjá tinginum í dag. Bjørn Kalsø, landsstýrismaður, skal svara skrivligum fyrispurningi frá Bjarna Djurholm, løgtingsmanni, um stjórasetanina á Vinnuháskúlanum.

Tingfundurin byrjar klokkan hálvgum tíggju.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 5. apríl
Evangeliskur fundur í Ebenezer
206632
Sunnudag 5. apríl
Várkonsert 2026 (1:2)
206039
Sunnudag 5. apríl
Bolero
206626
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 5. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
206624
Fríggjadag 3. apríl
KAKUMiKS 2 (3:7)
206554
Fríggjadag 3. apríl
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
206597